Tá ið tað er so kalt í veðrinum sum nú, so er vandi fyri at glerpípur koma at hanga niður úr tunnilsloftinum ið kunnu vera til ampa fyri bilaferðsluna.
- Landsverk hevur tikið glerpípur niður í Kalbakstunlinum og Norðskálatunlinum í morgun og fer eisini at taka glerpípur niður í Leynatunlinum í dag, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo