Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

At trupult hevur verið hjá Landsverkfrøðinginum at halda skil á øllum milliónunum, aloftast teimum hundraðtals manglandi ella dýrkandi milliónunum til almennar verkætlanir, er kanska ikki so løgið.

Í so máta er ikki hent serliga nógv við nýggjari leiðslu á stovninum.

Tað knípur nevniliga álvarsliga við roknievnunum hjá nýggja landsverkfrøðinginum Sigurdi Lamhauge.

Fyri uppsøgn av 8 fólkum og fráfaringaravtalu við onnur 4 starvsfólk sum allíkavæl skuldu fara frá í ár og komandi ár, og sostatt ikki eru nøkur verulig sparing, tí hendan kortini var komin heilt av sær sjálvum, hevur stjórin roknað seg fram til eina sparing á 10 milliónir krónur.

Ella fáa tey so góða løn á Landsverki, at tey liggja 2,5 til 3 ferðir hægri á lønarstiganum, enn alment lønt starvsfólk vanliga gera?

Tí við at rokna eftir, so er miðallønin hjá hesum 8 uppsøgdu fólkunum 1.250.000 krónur.

Vit loyva okkum at staðfesta, at so høgar lønir ber ikki til at fáa sum alment løntur í Føroyum.

Sjálvt ikki hjá Landsverkfrøðingsstovninum, har milliónirnar annars sita ógvuliga leysar.

Ei heldur koma alment settir stjórar nærhendis hesum lønarupphæddum.

Heldur liggur miðal lønarútreiðslan fyri hesi fólkini á umleið 500.000 krónum um árið.

Hetta svarar til eina árliga sparing á í alt 4 milliónir krónur.

Sostatt fær Landsverkfrøðingurin ikki 10 milliónur krónur í sparingum, sum hann sigur seg vilja brúka til viðlíkahald av landsvegum.

Hetta svarandi til 100 milliónir yvir 10 ár, sum hann so glaður hevur roknað seg fram til.

Veruleikin er tó, at hendan upphæddin er heilar 60 milliónir lægri.

Tað vil siga 4 milliónir krónir árliga, svarandi til 40 milliónir krónur yvir 10 ár.

Fáur lýgur meira enn helvtina, sigur orðatakið, men hetta yvirhálar landsverkfrøðingurin so dyggiliga.

Hann roknar sær 60 milliónir krónur meira til viðlikahaldið yvir 10 ár, enn hann í veruleikanum sparir við kunngjørdu uppsøgnunum, sum í mesta lagi røkka 40 milliónum krónum, og altso ógvuliga langt burtur frá teimum kunngjørdu 100 milliónunumm, sum hann kunngerð.

Vónandi fer at gangast betri hjá Landsverkfrøðinginum at rokna prísir út á komandi byggiverkætlanum, sum stovnurin fer at byggja fyri landið.

Annars verður eins lítið skil í tí, sum framyvir fer at koma haðani, líka sum tað higartil hevur verið.

Trúgvin upp á leiðandi evnini hjá Landsverkfrøðinginum vaks heldur ikki eftir upptraðkan hansara í Degi og Viku í kvøld, tí ikki nógv bendir á, at maðurin hevur stýr á nøkrum sum helst.

Høvið at hava hann í sjónvarpsstovuni var frágreiðingin, sum Landsverkfrøðingurin júst hevur latið Fíggjarmálaráðnum í eini roynd at seta út í kortið, hvussu stovnurin skal stýrast frameftir.

Eftir hesa fyri so vítt rættiliga undirhaldandi upptraðkanina, er meira enn torført at koma til ta niðurstøðu, at har er stýr á nøkrum.

Landsverkfrøðingurin líktist meira ella minni einum stand-up-komikara, har hann bæði illur og ágangandi stóð og veipaði við nøkrum pappírum fyri vertinum, sum í løtum fekk hendan at líkjast einum spurnartekini.

Týðiligt var, at verturin ikki hevði stóra tiltrúgv til tað, sum Landsverkfrøðingurin royndi at sannføra bæði hann og hyggjararnar um.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo