Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sjúrður Poulsen á Facebook: Her stendur dótturin Durita við høvlinum í hondini. Hesin langhøvul hevur eina langa og spennandi søgu:

Í 1800-talinum sóu skúvoyingar ein part av einum skipi rekandi á fjørðinum út fyri bygdini. Talan var meir um ein skipsbotn. Skúvoyingar mannaðu bát og sleipaðu vrakið til lands.

Teir hildu, at besta staðið at goyma skipsbotnin var á helluna niðanfyri Ólavsgarð, har Sigmundur Brestursson dróg sínar skútur upp um veturin. Staðið er við ánna, har nýggi kirkjugarðurin nú er.

Fjørðuslætt er og lætt at koma oman til.

Vrakið bleiv bundið við eini bjargalínu, sum bygdin átti. Nú var so at taka skipið sundur, hetta var lættari sagt enn gjørt, tí amboðini vóru ikki tey nógvu tá í tíðini, bert eitt jarnbrot var í oynni og gekk arbeiði av tí sama ikki so skjótt. Skúvoyingar royndu at bjarga tí, ið bjargast kundi.

Plankarnir í skipinum vóru samlaðir við rundum trænaglum, sum vóru 35 mm í diametur.

Arbeitt var í fleiri dagar og væl av viðinum var fingin til høldar.

Ein morgun skúvoyingarnir komu upp, var brim og tað, sum eftir var av botninum var rikið aftur til havs.

Ongantíð bleiv uppklárað, hvaðani skipið kom.

Hóast ikki allur botnurin kom til høldar, so kom tað, ið varð bjargað sera væl við. Viðurin bleiv nýttur til sethús og úthús, eisini blivu partar av viðinum nýttir til vaðbein, tilfarið í viðinum var sera væl egnað, hetta tí porirnar vóru so tættar og av tí sama gekk snørið so ljóðleyst, tá fíla og drigið varð. (tilfarið hevur allarhelst verið bókaviður)

Fleiri í bygdini fingu gleði av hesum skipsbotni, m.a. eisini pápi Engelbrecht, (langabbi Duritu) hann bygdi partar av sethúsunum av sama skipsbotni.

Tá barndómsheimið hjá Engelbrecht bleiv tikið niður í 1932, sagaði hann eitt stykkið burturúr dragbjálkanum. Hetta stykkið bleiv síðan gjørt til høvil. Engelbrecht var tá 14 ára gamal.

Høvilin hevur øll manndómsárini fylt pápa. Tá hann m.a. seinast í 1940-unum arbeiddi í Íslandi, hevði hann høvilin við. Nógv av tí hann hevur gjørt av vindeygum, hurðum og øðrum í gjøgnum árini, hevur høvilin verið nýttur

Høvilin hevur verið nýttur á verkstaðnum hjá pápa til hansara doyggjandi dag.

Sigast kann, at høvilin hevur havt eina langa lívssøgu. Úr skóginum til eitt skip sum rak á land í Skúgvi, síðan til bjálka og eftir hetta til høvil.

Nú langabbadóttirin er við at leggja seinastu hond á húsini, hon og maðurin Ingi byggja, verður langhøvulin enn nýttur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo