Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Rósa Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum

Spurningar:
1. Hvussu langir eru bíðilistarnir fyri ymsar sjúkukanningar/útgreiningar og sjúkuviðgerðir í Sjúkrahúsverkinum skift á likamligar og psykiatriskar sjúkur?

2. Hvat er frágreiðingin ella orsøkirnar til bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum - vantandi játtan og/ella vantandi starvsfólk o.a.?

3. Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri sjúklingarnar at teir ikki sleppa framat viðgerð?

4. Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka fyri at stytta um bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum?

Viðmerkingar:
Sjúkrahúsverkið hevur havt trupulleikar við at skráseta og framleiða rapportir við bíðilistum skift á ymiskar sjúkur, kanningar/útgreiningar, sjúkraviðgerðir o.a.
 
Nú vit skriva 2021 er tað eitt minstakrav at gera skrásetingar um kjarnuvirksemi á einum stovni sum Sjúkrahúsverkinum, og at kunna fylgja við tørvinum á sjúkuviðgerð, eitt nú við bíðilistum. Væl vitandi um, at landsstýrismaðurin hevur tað sum sína høgu raðfesting.
 
At framleiða rapportir við bíðilistum er ikki í sjálvum sær eitt endamál, men hesar kunnu vera hentar, tá man skal leggja til rættis og raðfesta sjúkuviðgerðirnar. Hetta á ein slíkan hátt, at bíðilistarnir gerast so stuttir sum gjørligt, soleiðis at fólk sleppa framat viðgerð skjótast til ber fyri at kunna verða virkin aftur í samfelagnum. Ikki minst eru rapportir við bíðilistum eitt krav og fortreyt fyri at kunna samskipa sjúkuviðgerðir millum tey trý sjúkrahúsini.
 
Sjálvt um Heilsuverkið er uppraðfest við hægri játtanum seinastu 2 árini, so sær tað út til, at tað enn eru langir bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum.
 
Tað kann hava stórar, óhepnar avleiðingar fyri tey, sum eru rakt av sjúku og noyðast at bíða sera leingi fyri at sleppa framat hjálp og viðgerð. Eisini fyri vinnu og almannaverk kann tað hava fíggjarligan kostnað. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 11. oktober 2021
Rósa Samuelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo