Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá núverandi andstø∂a, tey sum seinastu fýra árini sótu vi∂ valdinum í Klaksvíkar kommunu, í mi∂li undanfarna borgarstjóra - Nor∂lýsinum - leggja undirrita∂a undir at leggja fram ósonn tíðindi fyri almenninginum, og skapa split og mistreysti, so má eg koma vi∂ hesi vi∂merking.

Eg haldi ikki, at ta∂ kom óvart á býrá∂spolitikarar, at tørvur var á at taka lán fyri at fíggja virksemið hjá kommununi vi∂ øllum tí virksemi sum er. At vit einans valdu at bi∂ja um heimild at lána 70 mill kemst av, at vi∂ gó∂um samskifti vi∂ arbei∂stakarar, hava flutt nøkur gjøld til 2022.

At borgarstjórin kom sníkjandi vi∂ einum skjali á fíggjarnevndarfundi er eitt sindur ni∂ursetandi. Tá limur í figgjarnevndini spurdi, hvat láni∂ skuldi brúkast til, deildi eg skjal út, har endursko∂a∂a fíggjarætlanin, vi∂ sáttmálum o.a. var ført í.

- Millum anna∂ hev∂i undanfarna býrá∂ onki sett av til útstykking á Fossum og ídnaðarøkið á Bor∂oyarvík, ella avsett naka∂ til at fáa skil á veghæddina í Biskupstorgi. Bara hesi trý nevndu geva eina upphædd omanfyri 80 mill.

Tá eg havi úttalað meg um, at núverandi meirluti bert hevur fingi∂ okkurt smávegis ra∂fest í núverandi fíggjarætlan, so er ta∂ ikki langt av lei∂. Nógv tann størsti parturin av játtanum fyri 2021 eru antin undirskriva∂ir sáttmálar ella avtalur, sum undanfarna býrá∂ einmælt hevur samtykt.

At okkara fyrr so høgt virda lokalbla∂ nú er vor∂ið ein plattur hjá undanfarnu býrá∂slei∂slu, har undanfarni borgarstjóri er eigari, leggi eg ikki so nógv í. Vit í núverandi lei∂slu royna at avrika, heldur enn at hugsa um popularitet.

Øll, sum eg fer∂ist ímillum, hava gott mót og síggja ljóst uppá framtí∂ina, og ta∂ skulu tey halda fram vi∂, tí Klaksvíkar kommuna erí gó∂um hondum.

Tá borgarstjórin og núverandi samgonga ver∂ur løgd undir at bera fram ósannindi fyri almenninginum, í samband vi∂ lántøkuna hjá Klaskvíkar kommunu, so undrar ta∂ okkum, at tey trý í andstø∂u ikki vita av, at ta∂ koma at mangla pengar í, um alt skuldi halda áfram ótarnað.

Vit vilja hervi∂ kunna∂ tykkum, sum hvønn dag, alt døgni∂ og alt ári∂, bæ∂i á sjógvi og landi forvinna skattakrónur til felagskassan, um hvussu íløgukarmur og lán skulu brúkast í hesum ári.

Annars hevur núverandi meirluti avgreitt fleiri áhugaverd mál í hesi setuni, sum hava ligi∂ leingi á láni. Klaksvíkar Hermetik er endiliga komin uppá pláss.

Hetta kemur at kosta kommununi einar 3.5 mill, tá bygningurin stendur li∂ugt umvaldur. Asfaltering runt spinnaríi∂. Eisini fáa vit ein nýggjan dagstovn til 60 børn eftir summarferiuna. Millum onnur mál kunnu nevnast setan av tveimum dagrøktarum, nýggjan bil til sløkkili∂i∂, nýggja maskinu til grótbroti∂, arbei∂a við at vaksa um Nor∂havnina og bátahylin í Ánafir∂i. Hetta er bara eitt brot úr rúgvuni, av neyðugum og góðum málum, sum vit arbei∂a vi∂.

Núverandi lei∂sla í Klaksvíkar kommunu ynskir sanniliga, at hava eitt gott samstarv vi∂ allar býrá∂slimir.

Klaksvíkar kommuna er ein kommuna í rúkandi vøkstri og vit vilja sanniliga frambur∂ og at allir borgarar í kommununi føla seg sum ein part av heildini.

Karl H. Johnasen, borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo