Synergi: Kom og lær at hekla ommuteppi uppá eitt kvøld, mikukvøldið 5. oktober. Tá skeiðið er av, ert tú klár at fara í gongd við títt egna ommuteppi, babyteppi, pútu ella hvat tað skal vera. Tak vinkonuna, ommuna, mammuna ella dóttrina við til hetta hugnaliga og læruríka skeið.
Tú nýtist ikki vera nakar heklimeistari, men tú dugur at hekla, hóast tú ikki ert so kring í, um tað nú eitur fastmaska, stangmaska ella luftmaska.
Á skeiðinum gjøgnumganga vit tær ymisku grundleggjandi maskurnar
- luftmaskur
- fastmaskur
- stangmaskur
- dupultar stangmastur
Á skránni:
*Hvussu hekklar tú 4'kantar? Hvussu nógvar luftmaskur skalt tú byrja við?
*Hvussu hekklar tú 4'kantarnar saman, so tað sær pent út?
*Hvussu hekklar tú borda rundanum, tá tú ert liðug?
*Hvussu sleppur tú undan at hefta endar?
Nøkur pláss eru eftir.
Tekna teg á www.synergi.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo