Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Øll kunnu gera heimasíður í WordPress

Fá pláss eru til skeiðið í Wordpress, so tað er ikki at bíða ov leingi,

Tú kanst gera eina rúgvu sjálv/ur í Wordpress. Tó, skalt tú hava tær heilt avanceraðar funkurnar inn í tína heimasíðu, mást tú kanska hava professionella hjálp.

Eitt nú hava vit - her hjá Synergi – gjørt heimasíðuna www.leidaradagurin.com, sjálvar. Tað gjørdu vit aftaná at hava luttikið á einum skeiðið (hjá Synergi) í WordPress. Tað er eini 2-3 ár síðani.

Í februar 2018, skipar Synergi aftur fyri einum grundskeiðið í WordPress.

Tað verður tann 26. & 27. februar 2018.

Plássið er avmarkað til 12 og nógv pláss eru longu farin!

So ert tú í tí støðu, at tú manglar eina heimasíðu, so kann eg viðmælat tær, at luttaka á grundskeiðinum í WordPress. Aftaná skeiðið kanst tú gera eina heimasíðu ella blogg, við útgangsstøðið í skeiðinum og tilfarinum, sum tú fært við heim frá skeiðinum.

Ps. Ert tú forvitin eftir at vita, um ein heimasíða er gjørd í WordPress og hvat fyri tema tey hava brúkt, so kanst tú kanna tað á hesari heimasíðuni: http://whatwpthemeisthat.com/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo