Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í komandi viku verður fólkaatkvøða í Hvalvík og Hósvík, hvørt skúlarnir í bygdini skulu leggjast niður ella ikki. Hóast fólkið ikki hevur talað enn, eru skúlaleiðararnir í Hvalvíkar og Hósvíkar skúla sagdir úr starvi. Hetta metir Føroya Lærarafelag vera brot á reglur og siðvenju. Tí hevur felagið sent Løgtingsins Umboðsmanni klagu í gjár, har biðið verður um at gera greitt, hvørt Mentamálaráðið hevur loyvi til at siga leiðaranum úr starvi, áðrenn úrslitið av fólkaatkvøðuni er greitt.

Í klaguni sigur Føroya Lærarafelag, at møguligar uppsagnirnar eiga at bíða, til úrslitið av fólkaatkvøðunum er greitt. Somuleiðis heitir felagið á umboðsmannin um at taka støðu til, hvørjar avleiðingar eiga at verða av úrslitinum av fólkaatkvøðunum.

Sambært Lærarafelagnum merkir eitt nei til niðurlegging, at skúlarnir verða varðveittir við egnari leiðslu og skúlastýri. Verður skúlin lagdur undir aðra leiðslu, er tað at skilja sum at leggja skúlan niður, skrivar Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo