Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið/Andrea á Rípuni: Saman við orðaskiftinum var ein frágreiðing um fólkaskúlan og tess møguleikar.

Tá eg las frágreiðingina, stúrsaði eg við, tí eg havi ikki hoyrt annað enn, at her var ikki talan um sparingar, men um umleggingar.

Hví verður so orðið sparing nýtt fleiri ferðir í frágreiðinigini. Vit kenna jú til orðið rationalisering. Kært barn har mange navne.

Er tað nakað, ið fólkaskúlin ikki hevur brúk fyri, so er tað sparingar; vit síggja týðiliga hvønn dag, at vit kunnu ikki renna skjótari, vit kunnu ikki taka fleiri uppgávur á okkum, og vit kunnu ikki trýsta fleiri undirvísingartímar í ársverkið.

Sum nú er, so sæst, at vit undirvísa meiri nú enn fyri bert fáum árum síðan.

Onkur vil kanska siga, er tað ikki tykkara arbeiði at undirvísa? Svarið er: jú, tað er, men tað er ikki bara undirvísing, tað er nógv meiri enn tað.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo