Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag, tann 20. oktober, verður Lars Djurhuus í Porkeri 70 ár.

Lars er sonur Gudmund Djurhuus og Charlottu f. Larsen, bæði úr Porkeri. Tey eru 3 systkin. Signhild er elst, og býr í Hvalba. Síðan er tað Lars og yngstur er Hans, ið býr í Klaksvík.

Lars vaks upp her í bygdini, og sum onnur børn, gekk hann fyrst í skúla her, og fór síðan í realskúla í Vági.

Sum ungur sigldi Lars eitt skifti við línubáti í Vági, men fór síðan á læraraskúla í Havnini, haðani hann tók prógv í 1971.

Síðan arbeiddi Lars sum lærari við Vágs skúla frá 1971 til hann gavst í 2008. Tó var hann lærari á Adventistaskúlanum í Havnini í 1975-1976.

Lars hevur verið skrivari í Porkeris kommunu frá 1976 til hann í heyst legði hetta starv frá sær, og var hetta markerað við fráferðarsamkomu í húsinum við Á. Í hesum starvi er Lars komin í samband við flestu porkeningar og hevur hann hjálpt mongum við ymiskum skrivligum.

Lars hevur eisini sitið í umsjónarráðnum í Suðuroyar sparikassa frá 1977 – 2012, og var hann formaður øll árini.

Aftur at øllum hesum, so hevur Lars eisini havt frítíðarítriv. Hann fekk sær tíðliga bát, og hevur honum dámt væl at verið á floti. Hann hevur veitt nógvan fugl og eisini nógvar nýsur.

Í vetrarhálvárinum, tá nógvur másafuglur flýgur fram við landi, hevur tað gjøgnum tíðirnar verið ein sportur hjá fleiri porkeningum at gingið út í Porkerisnes at veiða hendan fugl, og hevur Lars verið millum teir fremstu til hetta.

Lars hevur nógva jørð og seyð, sum hann hevur frá foreldrum sínum, og er hann ímillum størstu eigarar í bygdini.

Lars er ein bygdarmynd og hevur altíð verið sera fyrikomandi og blíður at tosa við. Hann hevur gott minni og dugir sera væl at greiða frá ymiskum søguligum hendingum.

Í samkomuni í Betania í Porkeri er Lars sera trúfastur, har hann er við til at skipa fyri, og luttekur hann eisini í talu til møtini.

Lars er giftur við Annu, ið er úr Porkeri og eiga tey 5 børn – Gudmund, Andrass, Charlotta, Eyðfríð og Hallur. Øll børnini hava makar og eru barnabørnini 8 í tali.

Føðingardagurin verður hildin í Porkeris skúla leygardagin tann 29. oktober ímillum kl. 13.00 – 18.00.

Tey, ið vilja gleða Lars við at koma í føðingardag, verða biðin um at siga frá á tlf. 373745/226838 ella á teldupostadressu kletti(at)olivant.fo

Lars verður ynskt hjartaliga tillukku við teimum 70 árunum og Guds signing í komandi døgum.

Vinir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo