Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fekk bókina til gávis herfyri frá einum, sum hevði borið kenslu á ein, heldur forsagdan mann, standandi við pultin í Rit og Rák, sum líktist Lars Løkke, ið tókst við at signera nýggju bók sína “Ud af det blå”.

“Ja, eg keypti tær bókina, tí eg helt, at tú trongdi til eitt gott borgarligt orð niður á fastandi hjarta frá Løkke’sa hond”, segði Bárður, sonurin, við góðsligari sarkasmu og skálkabrosi, sum liggur í slagnum.

Teir báðir hava hitst áður uppi hjá okkum í sambandi við famøsu filmsupptøkuna hjá Løkke og Saxo Film fyrr í ár.

Í filminum valdi Lars Løkke hissini at lýsa higstandi gentubørn, sum ikki vóru í nánd av sjálvum læknastríðnum, heldur enn ta herviligu hertøku ríkisins av fremstu fiskivinnubygd landsins í sváru fólkaheilsustøðu læknadømisins. Well, hansara val, og hann um tað.

Innihald og stílur
Her ein giting: Hann náði Løkke, um hann hevði valt at lýsa ítøkiligu støðuna, sum tá var, so kundi hann veittrað langt farvæl til allar vónir um nakra politiska endurreisn. Soleiðis sum støðan nú er, har hann situr einsamur, sum sibbi á aftastu brík á Christiansborg (júst sum okkara sára ó-pedagogiski skúli fyrr brúkti í gomlum døgum).

Sagt sum er, bókin hjá Løkke er bæði lættlesilig, livandi og rættiliga sigandi um høvundans góðu gávur og tað nær-politiska veingjabreiði hann hevur kring um allan “Frejas sal” – heilt úr Græsted um land og ríkið til hann endar á Jyllands “Mjóðanesi”, í Skagen.

Ein væl knæsettur liður í hansara taktisku ætlan – hetta sum mest at vera ásýniligur og ikki forgloymdur – fram til komandi val-vøll ríkisins.

Akfar hansara um landið, saman við Sólrun, var ein autocampari, har tey bæði góðsliga húsaðust og baldust um býir og bygdir.

Lars Løkke dugir so sera væl at samtala fólkaliga í eygnahædd við øll: Við hummarafiskarar, málarar, alkoholistar, vónarveik, eldsálir o.m.o, - um teirra vandamál og áskoðanir.

Lars Løkke er ikki hvør sum helst
Frá at vera formaður floksins og ríkisins í uml. 10 ár á sælari sigursferð. So varð Løkke so vanæruliga stungin niður aftanífrá av sínum egnu!

Segði nakar “Et tu Brute?” (Eisini tú, Brutus?) ella ja, fyri “Tríati seklar av silvuri”?

Við hesum vælvaldu orðum valdi Lars Løkke sjálvur durafjórðingin: “Vigtigt at holde fast i sin selvrespekt. Kan ikke være formand for et parti, hvor jeg som formand afskæres fra min mulighed for at få diskuteret og afprøvet den politiske linje, jeg har lagt, i det landsmøde-forum, hvor jeg er valgt. Tak for mange gode år.”

Løkke er so ómetaliga virkin. Tak eitt nú “Løkkefonden” - við Sólrun Jákupsdóttir Løkke Rasmussen sum stýrisforkvinnu – ið varð settur á stovn og verður rikin til bata fyri hundraðtals unglingar, sum trilvandi bekla á lívsins hallandi hálkubreyt. Hvør annar politikari ger teimum báðum hetta eftir?

Váðamikla valið
Aksel Larsen (1897-1972), framúrskarandi talari, og Preben Wilhjelm (1935-), atomfysikari og phd. í jura, fyrrverandi kommunistar báðir, stovnaðu Sosialistisk Folkeparti (SF) eftir eina uppgerð við DKP, sum Aksel hevði verið limur í gjøgnum 38 ár og nú helt, at landið hevði tørv á nýggjari kós.

Torføra royndin hjá Aksel Larsen verður væl lýst í bóklingi hansara frá 1964, nevndur “Valget”. Fleiri onnur hava roynt hetta sama, at stovna ein nýggjan flokk, men við skiftandi hepni.

Stavnhaldið hjá Lars Løkke Rasmussen varð lýst í fyrru bók hansara, hetta at heldur eiga tveir størri flokkar tvørtur um miðjuna at finna eitt felags stev, landinum til frama, heldur enn at landið verður “stýrt” eftir fallunum hjá teim ymsu smáu ekstremu flokkunum á ytstu rók.

Eg fari her at takka fyri signeringina í bókini, har tað stendur: Til Arnstein. God læselyst! Lars Løkke Rasmussen, og fari eg at ynskja honum alla lukku við bókini og hesi hættisligu verkætlan hansara.

Og vænti honum einar 5 – 10 limir til komandi val.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo