Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Negativar rentur hava eggja nógvum til at keypa partabrøv, og hóast tað ikki er nakað nýtt at teldan sjálv kann gera íløguna, so eru nú fleiri telduforrit, ella sonevndir investeringsrobottar, sum ein kann velja ímillum.

Felagið hjá donskum íleggjarum, Dansk Aktionærforening, skrivar á heimasíðuni um fleiri teirra, og kemur fram til, at tann besti er svenskur og eitur Lysas.

- Tá tú letur tólmenni taka sær av íløgunum fyri teg gongur tað soleiðis fyri seg, at tú setur pengarnar inn á kontuna, svarar nøkrum spurningum, eitt nú um hvønn váða tú vilt átaka tær, og so ordnar robotturin restina.

- Íløgutólmennini gera tað lættari hjá óroyndum at byrja at gera íløgur, og seinastu árini eru sera nógv komin afturat, verður sagt millum annað.

Fleiri danskir bankar hava síni egnu íløgutólmenni, Eitt nú eitur tann hjá Nordea Nora og tann hjá Danske  Bank eitur June.

Sum skilst bjóðar ongin av føroysku bankunum hesa tænastuna, men møguliga verður tað ein møguleiki tá netbankanir verða dagførdir eftir ársskiftið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo