Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hóast nógvar royndir at broyta tað, hava vit í Føroyum megnað at hildið fast við, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks og kann ikki gerast ogn hjá einstaklingum.

Tað var so nær við, at vit avreiddu tað endaliga í 2007. Men í seinastu løtu – millum aðru og triðju viðgerð í tinginum – varð uppskotið frá táverandi landsstýri broytt soleiðis, at veiðiloyvini vórðu uppsøgd at fara úr gildi 1. januar 2018.

Hetta gav okkum møguleikan at gera nakað nýtt. Men onki hendi í 8 ár.

Í 2017 samtyktu vit so loksins eina fiskivinnuskipan, ið avgjørt hevði fleiri neyðsemjur og lýti við sær. Men alt viðurskifti, sum væl kunnu rættast og betrast.

Alt rullað aftur
Tað merkir, at bæði vit, sum nú liva, og okkara børn og eftirkomarar, eiga fiskiríkidømið og kunnu bjóða seg fram at vinna búrturúr tí.

Tí nýskipanin bygdi á tær grundreglur, sum helst meginparturin av Føroya fólki kann taka undir við:

  • At fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, og at tað hvørki í lóg ella verki kann gerast privat ogn.
  • At útlendskur ognarskapur kann ikki vera hjá teimum, ið fáa atgongd at fiska av føroyska fiskiríkidøminum.
  • At møguleiki er at bjóða seg fram hjá fólki í Føroyum og kring alt landið at vinna burturúr ríkidøminum.
  • At virðið av tí avmarkaðu atgongd, ið er til at fiska, kann fella til landið og allar føroyingar
  • At stovnsrøkt og burðardyggur fiskiskapur skal vera í øllum okkara fiskiskapi.
  • At virðisøkingin skal fara fram í Føroyum, og at manningar skulu lønast eftir sáttmálum hjá føroyskum manningarfeløgum.

Og at virðið av at koma framat hesum avmarkaða tilfeingi – sum í flestu øðrum londum fer til privatar fyritøkur og einstaklingar við at selja loyvir ímillum sín – kemur okkum øllum til góðar í samfelagnum.

Men nú beint fyri jól, skal alt hetta rullast aftur við uppskotinum hjá samgonguflokkunum.

Alt verður nú gjørt til 12-ára veiðiloyvir, og latin til tey, sum hava alt frammanundan. Og tað verða politiskar avgerðir um, hvør fær lut í tí parti, ið higartil hevur verið boðin út.

Hesi loyvi kunnu so keypast og seljast víðari til feløg og einstaklingar, har útlendingar kunnu eiga.

Tann privata uppboðssølan

Eins og vit sóu við Vesturvón og Krúnborg og so mongum øðrum, áðrenn 2007, tá ið loyvini vórðu uppsøgd

Hesi loyvi kunnu á privata marknaðin seljast aftur og fram fyri í minsta lagi 20-30 milliardir krónur og kapitalur úr øllum heiminum kann keypa seg inn og leggja okkara fiskiríkidømi undir útlendskt. ræði.

Talan verður sostatt um eina privata uppboðssølu, ið neyvan nakar hevði ímyndað sær í Føroyum.

Og kunnu tey keypast og seljast privat – enntá við útlendskum ognarskapi – hevur føroyska tjóðin mist ræðið á fiskiríkidøminum, og tað vendist ikki aftur.

Høgni Hoydal

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo