Tá eg var 15, helt eg pápa vera ein dumman hund. Men hann hevur tikið seg nógv fram tey seinastu 10 árini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Líta vit  nøkur ár aftur, so var okkara bygd nærum í tvíningum, orsaka av um vit skuldu leggja saman, soleiðis, at Vágar skuldi gerast til eina kommunu.

Longu frammanundan hesi atkvøðu, hevði sitandi borgarstjóri, saman við táverandi meiriluta sæð vandan í, at runnin var ein hálv øld síðan bygdaskúlin var bygdur. Tí vóru stig tikin til at nýtímansgera bygdaskúlan.

Skúlin er nærum at rokna sum hjartaæðrin, íð bindur bygdina, bygdafólkið eins og børn okkara saman.

Samstundis vísti tað seg, at bygdaskúlin hjá Sandavágs og Miðvágs kommunu var so út av lagi viðlíkahildin, at neyðugt var at ríva hann niður, og byggja nýggjan skúla, ið kom at kosta 120 milliónir krónur.

Saman við fólkaatkvøðuni vóru skúlaviðurskiftini í Sørvági tvinna uppí fólkaatkvøðuna um at leggja kommunnar saman til ein kommunu.

Sterkar kreftir, meini eisini umboð í bygdaráðnum í Sørvági, løgdu nú upp til, at Sørvágs kommuna skuldi verða partur av bygggingini av nýggjum skúla á Giljanesi, íð sum fyrr sagt tá var mettur at kosta 120 milliónir.

Meini at 40% av sørvingum vóru fyri og 60% í móti at avreiða skúlan og okkara skúlabørn yvir á Giljanes.               

Sjálvur gjørdist eg skelkaður at tað vóru bert 10 – 12%, ið skuldu flytast eftir míni metan skeiva vegin.

So var avgerðin um nýtímansgerð av Sørvágs skúla, eisini um vit framyvur yvurhøvur skuldu hava ein bygdaskúla, tikin úr hondunum á okkara bygdaráði.

Tað er so sera sera avgerandi at allur ítróttur, svimjing o. a. er so tætt at bygdini, og ikki minst skúlanum.

Tí er tað hol í høvdið, tá valevnir á tí eina listanum, leggja upp til at gerast skal ein ítróttar- og handildepul niðri í Brennuni.

Ein av grundgevingunum var, at ”so kunnu teir stóru dystirnir flytast oman har.”

Álvaratos, einaferð segði kringvarpið, at nú hevði onkur fingið í lag, at stórdystur skuldi leikast á vølliinum í Miðvági millum Landsliðið og Liverpool.

Stóri trupulleikin var at fáa allar áskoðarnar vestur, tí tá var ikki fast samband um Vestmannasund. Tí var henda søga sjálvandi APRÍl.

Eg eri so ikki áhugaður í, at  Sørvágs Kommuna skal gjalda fyri ein handils- og ítróttardepil í Brennuni,  ei heldur eina ítròttarhøll fyri 40 milliónir.

Skilabetri er at útbyggja verandi høll, so maksimalt tað kann lata seg gera, soleiðis, at høllin líkur tær treytir Flogbóltsamband  Føroya setur.

Tað var í tøkum tíma at sitandi borgarstjóri saman við táverandi bygdaráðið tók stig til at nýtímansgera okkara bygdaskúla.

Tí ístaðin fyri at lata standa til, kundi ein illa viðlíkahildin skúli kanska verið eitt poltiskt jarnbrot hjá teimum, íð ynskja eina samanlegging.

Veljari ì Sørvágs Kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo