Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Um tað er fyrimunur ella vansi, er ilt at meta um, men greiðar ábendingar eru um, at lagnutrúgvin er sterk í Føroyum. Fatalisma hongur onkursvegna uppi við okkum. “Gongur tað ikki, gongur tað kortini”, er Finnbogi Ísakson endurgivin fyri at taka til, einaferð miðskeiðis í áttatiárunum í hinari øldini, táið hann hevði lagt politikkin á hillina eina løtu og virkaði sum sjónvarpsmaður. Onkuntíð dittaði hann sær til at gera viðmerkingar til samfelagsgongdina, sum gjørdist alt meiri órógvandi á fleiri mótum og parametrum, hóast tey flestu upplivdu hesa tíðina sum eina vandaleysa tíð.

 

“La belle époque”. 80´árini. Tann búskaparkenningin fekk nú kortini ein bráðan enda í 1992.

 

A crisis is an opportunity not to be missed. Tað er í krepputíðum at avgerandi leikir verða fluttir á politiskum talvborðum, hvørs avleiðingar verða gerandiskostur í áratíggju - inn í eina ókenda framtíð, tí er umráðandi, at onki verður gjørt uppá hvamsvís og at tað fyrst og fremst verður lagt upp fyri samfelagnum, meiri enn fyri einstaklingum í samfelagnum.

 

Í hesum døgum venda øll heimsins eygu sama veg. Tað er bert eitt einasta fokus – veran. Corona.

 

Sjónin í nakkaeygunum, hoyrnin og sensibiliteturin í antennunum eru kámað samsvarandi, og skjótt verður órógvin og sputtið frá heilsukreppuni, ið so smátt er vorðin ein fíggjar- og búskaparkreppa eisini, eitt Potemkin-tjald, sum fjalir yvir leikirnar í politiskum skýmingum, har allir køttar eru gráir. Tað ger ikki støðuna betri, at Kringvarpið fyri langt síðani hevur mist tamarhaldið á støðuni, og framvegis siglir við ongari kós – í ring - og júkar og jollar upp í saman aftur í heilsufasuni, har støðan hevur verið stabil og stórliga batnandi í meiri enn eina viku. Alt krútið skal nú brúkast til eina fiktiva konflikt millum Shahin úr Hoygarðinum við Gjógv og Steigarmannin úr Vestmanna.

 

3. ella 4. apríl í ár hevur Fíggjarmálaráðið annars flýggjað Løgtinginum eitt uppskot, ið er talsett sum løgtingsmál no. 130/2019. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) - (Afturbering av lønarútreiðslum hjá altjóða flogvinnuni). Uppskotið lá sum eitt lítið hóskiligt klípi í hinum annars so trivaliga og rímiliga nossliga “Hjálparpakki Annar” – frá føroyskum skattaborgarum til nakrar úrvaldar landsmenn.

 

Í viðmerkingunum verður róð framundir, at málið snýr seg um eina FAS-líknandi skipan, og er hetta sjálvandi ein partur av taktikkinum, táið tey fæstu kennast við virknaðin í eini altjóða skipaskráseting. DIS, NIS, FAS og aðrar skipanir av sama slagi vóru settar í verk av ymiskum orsøkum. Ein var at rudda upp í hentleikaflaggingini, har plimsollarar høvdu lív og góðar dagar, í kapping við tann siviliseraða partin av heimsflotanum. Onnur var at minka um rakstrarútreiðslurnar í flotanum umvegis hýrurnar. Danir gjørdu eina skattleysa nettoskipan (reiðaríini fingu/fáa í veruleikanum skattin), meðan føroyingar skipaðu nýggju altjóða skrásetingina við eini afturberingarskipan (eitt slag av stuðli). Hesar skrásetingar bera fløggini hjá londunum, sum tær eru skipaðar og grundfestar í, men havast skal í huga, at hetta eru altjóða skipaskrásetingar, í mun til t.d. ta føroysku skipaskránna, sum eitt nú hýsir føroyska fiskiflotanum.

 

Tvær fullkomuliga ymiskar skipanir – hóast Merkið er hitt sama afturi á hekkuni.

 

Uppskotið hjá Jørgen Niclasen hevur als onki við eina FAS-líknandi skipan at gera yvirhøvur. Uppskotið snýr seg um, at eitt einasta partafelag í Føroyum, Atlantic Airways, har Føroya løgting eigur 100% av partapeninginum, skal hava almennan stuðul veittan. Partafelagið, sum tað almenna eigur, hvørt hár og hvønn tráð, skal sambært uppskotinum hava 35% av manningarlønunum umborð á flogførum og tyrlum afturborin úr landskassanum – sum altso eigur Atlantsflog. Harvið er hetta ein desiderað subsidierandi lóggeving. Sum at eta sín egna hala.

 

##med2##

 

Sama dagin var ein limur í Búskaparráðnum í útvarpinum hjá KVF. Í tíðindunum kl. 18 segði viðkomandi soleiðis um umrødda mál: “Tað stillar løntakaran og hesa vinnuna øðrvísi enn vit vanligu løntakarar annars, tí at tey skulu fáa eina serskipan til teirra skattaviðurskifti. Man kundi bara lagt pening í Atlantic Airways, hvis man helt at Atlantic skuldi fingið pening.” Á sumri 2014 smoygdi Atlantsflog sær úr keypsskálunum í Reykjavík og Keypamannahavn – tásitandi landsstýri hevði keypt privatu eigararnar úr felagnum, men nýggi eigarin, landið, brúkti ikki fæ úr egnum goymslum til keypið, nei, peningurin at keypa fyri bleiv hóvaður upp úr kassanum hjá felagnum sjálvum, felagnum sum teir keyptu. Einar 70 milliónir krónur.

 

Ikki ein skel í hesum landinum ivast í, at nationala flogfelagið er neyðugt undirstøðukervi, skulu vit hava hóskandi samband við umheimin, sum er fyritreytin fyri einum modernaðum samfelag í vanligum tíðum. Tí var tað rætt at keypa handan triðingin. Peningurin fyri keypið skuldi kortini verið komin úr landskassanum.

 

Nú Jørgen Niclasen heldur, at partafelagið Atlantic Airways hevur tørv á almennum stuðli, kundi hann hóskandi flutt felagnum hesar 70 milliónirnar aftur. Gongur tað kortini ikki, so er eittans at gera, at skipa flogfelagið sum ein stovn inni á Løgtingsfíggjarlógini - á sama hátt sum Strandfaraskip Landsins. Tá sparir hann nevndarlønirnar, og sleppur samstundis undan at brúka løgtingsmál no. 130/2019 sum lopfjøl til eina meiri avanseraða stuðulsskipan, ið fer at breiða seg um allan partafelagsgeiran, sum heilt víst verður endin, um hetta uppskotið sleppur ígjøgnum nálareygað.

 

Jørgen veit, um nakar, at a crisis is an opportunity not to be missed, - somikið leingi hevur hann gingið á bonaðu fjalunum í høvuðsborgini.

 

Í somu samrøðu, sum endurgivið er úr omanfyri, frá 3. apríl, segði sami limur í Búskaparráðnum, ráðgevandi organ hjá landsstýrinum, serliga landsstýrismanninum í fíggjarmálum, soleiðis:

 

“Tað ringasta sum kann henda er, hvis onkur fyritøka noyðist at fara av knóranum, og kanska siga fólk úr starvi, tá fáa vit eina búskaparkreppu sum er verri – longur varandi.”

 

##med3##

 

Eri neyvan tann einasti lurtarin sum hvakk við av hesi margháttligu útsøgn. Er man nóg gamal vorðin – ræðir slóðin. Í hesum døgum fyri 45 árum síðani var eisini kreppa í Føroyum. Heimsumfatandi oljukreppa hevði herjað, oljuprísurin var farin upp, og tá fiskaprísurin samstundis var fallandi, fekk útróðrarflotin ikki raksturin at hanga saman.

 

ACE-samgongan, sum tók við í januar 1975, rendi seg í eldsjógv beinanvegin. Útróðrarflotin stimaði til Havnar, verkfall varð, og eftir nógvar ymiskar millumrokningar, endaði málið við einari heildarloysn. Ein partur var harmonikuskipanin – Ráfiskagrunnurin. Ideologiska stríðið stóð um hvørt prísjavningin skuldi liggja í søluliðnum ella í onkrum almennum kassa. Eyðvitað landskassanum. Undir viðgerðina á tingi varð bræv borið løgtinginum frá søluliðnum, - og var tað m.a. soljóðandi: “Vit eru komnir til ta niðurstøðu, at vit ikki kunnu átaka okkum ta partvísu umsiting, sum uppskotið miðar ímóti, tí vit kenna okkum vísar í, at hendan mekanisman ikki kann virka, og skal hon virka, so standast nógvir óneyðugir trupulleikar av.”

 

Hann, sum sat í formansstólinum, kendi seg kallaðan at lesa brævið upp, undir viðgerðini, og hetta var júst tað sama sum framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum, Jógvan Sundstein, hevði ført fram frammanundan. Hetta gekk meginregluliga – principielt - beint ímóti upprunauppskotinum hjá landsstýrinum við fiskimálaráðharranum Peturi Reinert á odda og Atla P. Dam sum evsta politiska ábyrgdarmanni. Uppskotið fekk í stóran mun sítt banahøgg á tingi hendan dagin, og skattaborgarin sat eftir við rokningini, ið koma skuldi.

 

Seinri varð fiskimarkið flutt út - ella inn - á 200 fjórðingar, tað veldst alt um temperamentið, trýst varð á subsidierings- heldur enn á umstruktureringsknøttarnar, og allur fiskiskipaflotin endaði so við og við inni í einari skipan, sum ikki var ætlað øðrum enn útróðrarflotanum. Og tað gekk tilsýnilátandi sum eftir ánni fram til tann dagin, kreditorarnir og danska statsmaktin hildu, at veitslan hevði vart nóg leingi – við eitt slóknaði dansurin um gullkálvin. La belle époque var umliðin fyri hesaferð - og tað sveið eftirí. Hetta hóast donsku veitingarnar (refusión & blokkur) vuksu úr 10,5% upp í 23,7% av bruttotjóðarúrtøkuni frá 1962 fram til 1993. Kortini er talan um upp á seg eina hina størstu nationalu búskaparkreppuna í heimssøguni.

 

Kapitalistiska búskaparskipanin hevur ein motor so stóran, sum ongin onnur skipan eigur í sær, men onkur má halda í teymunum á henni og eisini røkja hana. Til tað hava vit m.a. eina politiska skipan. Frá 1992 og nakað nógv ár aftureftir, eiga allir flokkar í politisku skipanini sínar aktiur í tí sum hendi, og størsti brølarin var, at konkurslógin, hon sum reinsar skipanina fyri órudd og illvøkstur, katharsishøpi hennara, varð suspenderað, almenni studningurin bleiv lagdur soleiðis, at ringasti vaðskíturin kundi yvirliva, í einari veiði, sum samstundis var alt annað enn burðardygg. Sohvørt sum stuðulskarusellin vaks um ferðina, minkaði fiskaríið. Soleiðis var mekanisman samanskrúvað. Samfelagið rotaðist upp inni í einum rimaleysum hjalli.

 

##med4##

 

Vit vita av góðum grundum ikki hvat ið “mekanisman sum ikki kundi virka”, sambært Føroya Fiskasølu, hevði kostað, men hvat kostaðu nú allar stuðulsskipaninar og suspenderingin av konkurslógini føroyskum skattaborgarum?

 

Í ritverkinum “Fiscal Adjustment and Economic Progress – An Optimal Fiscal and Legal Framework to Promote Economic Growth and Investment in the Faroe Islands” frá 1999, sum nýsælendingurin Dr. Patrick Caragata skrivaði saman við øðrum verður eisini spurt: Where Did All the Money Go? Caragata svarar sjálvur spurninginum, og hansara niðurstøða er, at búskaparkreppan kostaði føroyingum 13,6 milliardir krónur, sum kunnu útgreinast soleiðis:

 

  • 2,4 mia. kr. í rentuútreiðslum tíðarskeiðið 1989-97 (oman fyri langtíðar útreiðslustigið)

  • Stóru veðhaldsútleggini 1992-1993, tilsamans 2,6 mia. kr.

  • 3,1 mia. kr. í stuðli til fiskivinnuna millum 1986 og 1996.

  • Ein vøkstur í almennu bruttoskuldini (umframt veðhaldsútleggini og oman fyri skuldarstigið), sum var 3 mia. kr.; og

  • 2,5 mia. kr. í mistari bruttotjóðarúrtøku kreppuárini, tá ið búskaparvøksturin var negativur. Metingin byggir á tøl í tá galdandi dollarvirði. Skuldu vit gjørt hesa meting út frá krónuvirðinum, sum tað nú er, hevði upphæddin verið enn størri.

 

Ongin orsøk er til at gera seg inn á búskaparskipanina við slíkum lokabrøgdum av nýggjum, og royndir av hesum slagi geva okkum eina ábending um, at andstøðan á tingi og serliga kringvarpið mega bukta seg úr corona-kíkinum aftur, til ein normalan demokratiskan tilstand, soleiðis, at onkur ikki sleppur at hóreiggja sær óneyðuga við høvið: A crisis is an opportunity not to be missed.

 

Sjálvandi skal samfelagið stabiliserast í mun til missin av corona-áganginum, men so er eisini alt sagt. Tað er nú einaferð soleiðis, at tað er fólkið í landinum sum eigur landskassan og samfelagið. Landsstýrismaðurin tosaði í sjónvarpinum hin 6. apríl um hjálp til sjálvhjálp – í samrøðu um AA-málið, í 80´árunum hoyrdu vit javnan um eina aðra margháttliga umfordeiling, um kúnna, flotan, sum mátti fáa at drekka av mjólkini, hon sjálv hevði mjólkað, og spurdur hvør næsti serskattabólkurin verður, sum fer at fáa hjálp til sjálvhjálp, sum sleppur at drekka av síni egnu mjólk, svaraði seyrvingurin hendan dagin: “Sum er - er tað ikki ætlanin.” Ein politisk sneiðing, ið letur upp fyri ókendum og órannsakiligum møguleikum.

 

Søgan sigur okkum, at politiskar manøvrir, sum hendan í flogmálinum, eru hættisligar, og at rokningarnar hvørja einastu ferð enda í sama stað. Hjá skattaborgarunum. Hugtakið “Gongur tað ikki, gongur tað kortini” snýr seg um einstaklingin, sum sýgur úr almennu boppuni, og ikki um tann sum eigur hana – boppuna.

 

Tí er umráðandi at vit læra av søguni, at vit ikki lata hana doyggja, annars fáa vit alt aftur í gráum kálvskinni ein fagran dag. Søgan plagar at endurtaka seg - og onki er nýtt undir sólini.

 

Tórbjørn Jacobsen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo