Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg kenni meg leiddan til at skriva hesa grein, nú hvítusunnan stundar til. Runt landið verða konfirmatiónir fyrireikaðar, eftirfylgt av veistluhaldi. Hartil so verða stevnur hildnar runt landið í teim ymsu samkomunum.

Í hesum sambandi kom eg at hugsa um, hvat Skriftin sigur um pinsadag og frelsu. Tá Andin fall á pinsadegi, var tað aftan á at 120 sálir høvdu verið í bøn á Ovara Sali í tíggju dagar. Tá dagurin kom, vóru tey øll komin saman á einum staði.

“Tá kom knappliga ljóð av himli, sum táið óførur stormur brestur á, tað fylti alt húsið, tey sótu í. Tungur eins og av eldi vísti seg fyri teimum, og tær skiltu seg sundur og settist á hvørt eitt teirra. Og tey vóru øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum Andin gav teimum at siga.” Àpostl. Kap.2, v.2-4”

Á pinsadegi var tað Andi Sannleikans, ið fylti húsið, tey sótu í. Tað var Andin, ið fylti tey, og gav teimum, hvat tey skuldu siga.

Hvussu er við prædikuni, sum verður borin runt landi í dag? Er tað Sannleikans Andi, ið talar, ella er tað menniskjans andi, ið ræður?

Hava tey, ið boða Orðið, uppliva pinsadag, ella er tað bara ein søgulig hending?

Táið Pætur fór at prædika á pinsadegi, var tað undir Heilaga Andans kraft og leiðslu. Hetta førdi til, at tey, ið hoyrdu, komu í syndaneyð!

“Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: “Tit menn, brøður! Hvat skulu vit gera?” Àpost.kap.2, v.37

Hesir menn spyrja, hvat teir skulu gera, fyri at verða frelstir!

v.38 “Pætur svaraði teimum:” Vendið við, og ein og hvør tykkara latið seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans”

Hetta er pinsaevangeliið, og gjøgnum allar tíðir hava trúarhetjur hildið fram hetta kraftarevangelium, og hesi máttu eisini gjalda fullan prís fyri sína trúgv.

Í dag eru tað nógv trúgvandi, ið hava givið upp í andsstríðnum, og berjast ikki longur fyri hesar dýrabaru sannleikar!

Ístaðin fyri at prædika umvending og dóp í Jesu mektiga navni, so verður heldur prædikaður ein kærleiksboðskapur, ið førir til, at trúgvandi fáa ein kærleika til hvønnannan, men samstundis eina forakt fyri sannleikunum í Skriftini!

Nú hvítusunnan stundar til, so verða fermingar hildnar kring alt landið. Sjálvt um hetta er ein vakur siður, so er hetta ikki borið fram av Anda Sannleikans, og hevur onki við Skriftirnar at gera.

Barnadópur sum sakramenti eftirfylgt av konfirmatión, er ein skeiv frelsulæra, og hevur Skriftsins Harra ímóti sær.

Tey flestu eru blind fyri hesum, og gera hetta í bestu meining og fylgja bara eini siðvenju.

Tað vandamikla í hesum tíðum, er líkasælan. Fyri at trúgvandi frá øllum teim ymsu samkomunum kunnu virka saman, er neyðugt at dópur i minst møguligan mun verður hildin fram. Hetta virkar, at trúgvandi við tíðini verða líkasæl yvir fyri dópi, og hann verður nógvastaðni lítisvirdur. Sjálvt um Skriftin sigur, at tað bert er ein dópur, so hoyrist javnan um “okkara” og “tykkara” dóp.

Pinsadagur eigur at føra menniskju frá falslæru, sum barnadópur, altargongd og konfirmatión í veruleikanum er, og inn í teir frelsandi sannleikarnar í Skriftini!

Tað syrgiliga er, at nógv trúgvandi, ið sjálvi eru doypt aftur sum vaksin, trúarinnar dóp, onki gera við støðuna, men síggja bara hvussu hesir halgisiðir alsamt taka meira og meira yvir. Ì staðin fyri at tala Roma ímóti, so stuðla tey heldur við at luttaka í barnadópi og konfirmatión, og velja heldur at taka atlit til familjuna, enn at berjast fyri sannleikunum í Skriftini.

Hetta er ein vandamikil støða at koma í, og mátti fleiri havt dirvi til at tala kirkjunnar følsku frelsulæru ímóti, og heldur prædika tann boðskap, ið Heilagi Andin føddi fram á pinsadegi.

Pætur sigur í Àpostl. kap.2.40 “Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt.” Hesin boðskapur gongur í gjøgnum alla Skriftina, og er tann frelsandi boðskapurin!

Boðskapurin um at fara út frá Babylon, kom til Ábraham, og gjøgnum allar tíðir boðar Bíblian eitt heilagt kall til at skilja seg út frá heiminum og allari falslæru!

Í Opinberingini kap.18 v. 4 stendur: “Farið út frá henni, fólk Mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara.”

Í endatíðini ræður um at koma sær vekk frá allari falslæru, og søkja inn í sannleikarnar í Skriftini. At siga ja til boðskapin á pinsadegi, er samstundis at siga farvæl við heimin, barnadóp og konfirmatión!

Til tey, ið royna at halda niðri hesum sannleikum um umvending, dóp í vatni og Andans dópi, við tungunum sum tekin, stendur eitt sera álvarsamt vers í Rómbrævinum.kap.1,v.18

“Tí vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órættvísi kúga sannleikan.”

Tú sum lesur hesa grein. Flýggað frá barnadópi og konfirmatión, tí vreiði Guds hvílir yvir hesum. Ikki ver ein, ið kúgar teir bíbilsku sannleikarnar.

Kom inn i eina bíbilska frelsu, og ver klárur og fríur, tá Jesus kemur í skýnum! Marana, ta!

Hardi Zacharias Bech

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo