Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

“Øll kunnu arbeiða við eldrarøkt, tað er ikki neyðugt at hava útbúgving fyri at gera tað.”

Hetta tykist vera boðskapurin, nú Heilsuskúli Føroya saman við arbeiðsplássum í eldrarøkt skipar fyri skeiði á Heilsuskúlanum fyri ófaklærdum starvsfólkum.

Sum vit síggja tað, er hetta at máa støðið undan heilsuútbúgvingunum.

Okkara limir gjørdust bilsnir av uppsløgum, sum í desembur 2019 komu upp at hanga á arbeiðsplássum kring landið, har har eitt 4-daga skeið varð boðið út, og vendu sær til feløgini fyri at gera vart við sína ónøgd.

Heilsuskúli Føroya hevur eittans endamál, og tað er at útbúgva fólk til heilsuhjálpara, heilsurøktara og praktikkvegleiðara, umframt at skipa fyri førleikagevandi skeiðum til fólk, sum longu hava útbúgving, fyri at hesi ikki skulu missa sínar førleikar, men fáa ment teir.

Men nú hendir tað, at Heilsuskúlin og eldrasamstørvini bjóða skeið út til ófaklærd í røktini um grundleggjandi røkt og samskifti, sum skal fara fram á Heilsuskúla Føroya í februar 2020.

Umboðandi avvarðandi yrkisfeløg fyri útbúgvingarnar á Heilsuskúlanum standa vit spyrjandi. Hvat er endamálið við hesum skeiði, har undirvíst verður 1 dag um vikuna í 4 vikur í tilsamans 20 tímar. Hvørjar førleikar gevur hetta skeiðsluttakarunum? Tey fáa hvørki prógv ella hægri løn og skeiðið samsvarar ikki endamálinum hjá skúlanum.

Vit fegnast sjálvandi sum feløg um, at ófaklærd starvsfólk fáa bjóðað skeið, men tað skal ikki vera Heilsuskúli Føroya ið stendur fyri hesum skeiðum, hinvegin er tað ábyrgdin hjá arbeiðsgevaranum, at læra upp og førleikamenna hesi.

Upprunaliga var ætlanin, at Heilsuskúlin umframt at útbúgva heilsuhjálpara- og heilsurøktaranæmingar, eisini skuldi veita skeið til framhaldandi førleikamenning av yrkisbólkunum. Hetta bleiv kortini ongantíð veruleiki, tí skúlin hevur ikki orku til tess. Ístaðin hava feløgini í ávísan mun boðið skeið út til sínar limir.

Vit síggja ongastaðni í lógini um heilsuútbúgvingarnar, at skúlin hevur til uppgávu at skipa fyri skeiðum til ófaklærd starvsfólk. Hetta hevur heldur ikki verið til ummælis í Útbúgvingarráðnum fyri heilsuútbúgvingarnar, sum hevði seinasta fund sín í oktobur 2018, hóast tað greitt stendur í kunngerðini, at formaðurin skal kalla inn til fund eftir tørvi og í minsta lagi 2 ferðir um árið. Alt virksemið rundan um útbúgvingarnar á Heilsuskúlanum skal leggjast fyri Útbúgvingarráðið áðrenn tað verður sett í verk.

Vit meta, at skúlin og eldraøkini við hesum arbeiða ímóti sær sjálvum; at tey í veruleikanum ikki virða tey fakini, tey umboða. Tí hvat er nú endamálið við skúlanum og útbúgvingunum? Hvat eru tað fyri tænastur vit vilja bjóða okkara eldri borgarum? Er hetta ikki at venda aftur til støðuna, sum hon var áðrenn útbúgvingarnar komu, har fólk arbeiddu í eldrarøkt uttan at hava fakligan førleika, men fingu nøkur skeið, sum gjørdi tey betri fyri, til at gera sítt arbeiði? 

Tá arbeiðsplássini og skúlin á hendan hátt bjóða eitt stutt skeið út til tey ófaklærdu starvsfólkini, sum hvørki gevur teimum meira upplæring enn tey eiga at fáa á arbeiðsplássinum ella nakra lønarhækkan, er tað ikki nøktandi. Tey fáa ikki so frægt sum eina førleikaviðbót fyri skeiðið; til tað er tímatalið alt ov lítið.

Sjálvandi skulu arbeiðsplássini upplæra ófaklærd starvsfólk á staðnum. Tey hava eina ábyrgd fyri at góðskustigið á tænastunum er høgt, tí er neyðugt, at tað er ein meiriluti av faklærdum starvsfólkum. Betri var, at tey eggjaðu starvsfólkunum til at nema sær eina av heilsuútbúgvingunum.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya og Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo