Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Av sonnum ein jalig áheitan, ið tykist hugalig hjá einum burturvilstum menniskja. Um vit valdu at fara ella óbeinleiðis komu okkum í eina torføra støðu, í báðum førum er áheitanin lívsjáttandi. At eitt menniskja, ið misnøgt fór heimanífrá, kemur aftur í øllum góðum skapar veitslulag við góðum mati, har fólk halda sær á gamni.

Orðingin, at vit óbeinleiðis komu í eina trupla støðu, sipar ikki til máliskuna at vaska sínar egnu hendur og geva øðrum skuldina fyri niðurlagið. Tvørturímóti verður staðfest, at vit sum einstaklingar hava evstu ábyrgd av okkara egna lívi, vali og forløgum. Tó, so er í hesum føri sum í so mongum øðrum viðurskiftum satt, at viðhvørt eru umstøðurnar truplari enn tað, ið vit megna.

Er tað nú gleðin, ið eyðkennir kristnu trúnna, at vit hugna okkum, eta ein góðan bita og halda okkum at gamni? Mong av okkum eru ald upp í einum álvarsemi, ið onkursvegna helt gleðini niðri ella ikki loyvdi løttum og ljósum litum. Lívið var álvarsamari enn gleðiligt. Lívið var vandamiklari enn liviligt. Tað var ikki ráðiligt, at vit hildu okkum á gamni og í øllum sóma nutu góðar løtur á leiðini t.d. í ítrótti og spæli.  

Valla er skilagott at tala vegna fjøldina og gera niðurstøður galdandi onnur. Í talu og skrift er staðfest, at vit kristnu eru dugnalig at vísa á tað dapra, vandan og syndina, heldur enn ta ljósu og frígerandi frelsuna í Jesusi Kristi.

Tað er vandamikið fyri lív hins einstaka, um tað dapra, myrka og tunga fær yvirvág. Ræðslan fyri lívinum kann geva sálarligt mein og fáa okkum at taka frástøðu frá øllum tí, ið ber bráð av kristnari boðan. Ikki minst í neyðini ynskja vit at hoyra nakað lívsjáttandi, at tað er ein møguleiki fyri okkum, ið snávaðu ella eru við at pakka kuffertið og flyta av landinum ella burtur úr lívinum. Kristnin eigur at lívga og lýsa upp, ikki køva og skapa myrkur.

Hinvegin gagnar tað valla nøkrum, um vit veruleikafjart málað lívið ljóst og lætt. Kristnin eigur at vísa á lívsins álvarsemi og vandan, um vit ikki sjálv taka ábyrgd og velja tað lív, ið vit liva. Vit mega finna eina javnvág bæði í lívsstíli, atferð og talu. Hesa javnvágina finna vit í Guðs orði, tá ið Heilagur Andi opinberar persónin Jesus livandi í okkara kringumstøðum og í okkara egna lívi.

Hin kristna trúgvin er ikki grundað á eitt ávíst mál av lærusetningum. Trúgvin er persónlig, tað at søkja Jesus í orðinum í einrúmi og tað at søkja hann á heilagum støðum í samfelag teirra heilagu. At trúgva er at venda sær til Jesus, biðja um fyrigeving fyri syndir og mistøk. At trúgva er at geva Jesusi innivist í hjartanum, so lívið verður myndað av Guðs friði, sælu og gleði.

Einaferð fortaldi Jesus søguna, ið eftirtíðin hevur kallað “hin burturfarni sonurin”. Talan er um ein bóndagarð, har pápin starvaðist saman við báðum synum sínum.

Heima á faðirsgarði gekk alt sína gongd inntil ein dagin, tá ið hin yngri beiggin avgjørdi at fara av garðinum. Hann bað faðirin um sín part av arvinum.

Faðirin eftirlíkaði. Síðan lá leiðin burtur í tað fremmanda, har sonurin ikki megnaði at røkja sínar møguleikar og misti alt tað, ið hann átti. Ja, endaði í vesaldómi á lægsta sosiala stigi sum hirði hjá svínunum og át tað, ið svínini ótu.

Í dýrastu neyð tók hin yngri sonurin eina avgerð. Hann valdi at gera tað, ið gerast kundi. Valdi at fara heimaftur til faðirin og eyðmjúkliga biðja um fyrigeving fyri syndir sínar. “Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein av bønarmonnum tínum?” (Lukas 15,18-19).

Meðan sonurin enn var langt burtur, sá faðirin hann og fór rennandi ímóti honum og hálsfevndi hann.

Nú yngri sonurin kom heimaftur í øllum góðum, valdar gleðin. Sonurin er tað avgerandi, ikki tað, ið hann hevur søplað burtur. Sonurin, ið kom livandi heimaftur.

Faðirin er høvuðspersónurin og lýstur sum kærleikin, ið var, er og verður. Gøðingarkálvurin varð dripin, og boð bórust um veitsluhald: Latum okkum eta og vera glaðar. Ja, enntá ljóðføri og dansur undirstrikaðu gleðina um endurvunnið lív og heimkomu.

Hvørja søgu siga vit teimum, har alt er dapurt, miseydnað og vónleyst?

Latum okkum siga søguna um faðirhúsið, vónina, endurvunnið lív og faðirsins hjartalag. Latum okkum fagna frelsara heimsins og boða Jesus sum svarið til allar spurningar. Vit kenna svarið, sjálvt um vit ikki ítøkiliga kenna spurningin. Amen.

Orðið: ““Tí at hesin sonur mín var deyður og er livnaður aftur, hann var farin og er fingin aftur.” Og teir tóku at halda sær á gaman.” (Lukas 15,24).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo