Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Danska Legofyritøkan vil ikki stuðla heimskenda kinesiska listamanninum Ai Weiwei, sum ætlar at gera eitt listaverk úr Lego í Avstralia.

- Vit stuðla ikki politiskari list, sigur danska fyritøkna, ið hevur deildir um alla verðina og 21. oktober lat upp eitt Legoland í Shanghai.

Tað verður sagt í hesum Instagram boðunum: trýst her

Bretska avísin The Guardian boðar samstundis frá, at 58 ára gamli kinesiski listamaðurin, ið er kendur sum ein poppstjørna, hevur fingið so nógvar stuðlar á netinum, at møguleikar eru fyri, at listaverkið kortini kann  verða gjørt á The National Gallery of Victoria.

Men Børsen skrivar við Ritzau sum keldu, at Ai Weiwei ístaðin hevur lagt myndir á netið, har hann skolar Lego kubba niður í vesikummuna, og ætlar at fáa allan heimin at boykotta Lego.

Sí Børsen her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo