Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroya størsta leiðsluráðstevna The Global Leadership Summit, verður nú fyri 8. ferð í Norðurlandahúsnium.

Árliga hava yvir 400 luttikið umframt at 300 ung møtast fríggjakvøldið. Her fáa øll ið luttaka, heimsklassa vegleiðing og amboð til at gera mun har tey eru.

Leiðsluráðtevnan GLS, sum verður í Norðurlandaúsinum 15. og 16. januar, hevur tað aðalmál at geva íblástur og amboð, til at menna fólk sum leiðara á øllum økjum.

Fyrilestrahaldararnir hava sera ymsar starvsroyndir og geva tí ymisk vinnulig og andalig ráð, ið á hvør sín hátt kveikja og bjóða av.

Føroyska íkastið í ár er Jan Ziskasen, nýligi setti stjórin á Føroya Tele. Hann fer at greiða frá sínum royndum sum leiðari í altjóða fyritøku og hvussu tað er at leiða starvsfólk og at náa ítøkilig mál.

Útlendsku fyrilestrahaldararnir eru m.a. Bill Hybels, stovnarin av GLS, og Horst Schulze, stjóri í hotellketuni Capello Hotel Group, sum vísir hvussu ein kann geva ta bestu kundatænastuna. Dr. Brené Brown, professari kemur at tosa m.a. um hvussu mistøk kunnu gerast størsti møguleiki til at vísa dirvi.

Fríggjakvøldið kl. 21 er møguligt hjá 400 ungum at verða við til Ung-GLS. Á skránni verður  ein fyrilestur við Bryan Lorrits, dansiframførsla og góður tónleikur. Ung-GLS er ókeypis, men neyðugt er at melda til, tí plássið er avmarkað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo