Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sjálvt um Ukraina ikki er partur av verjusamgonguni Nato, so ætla Nato londini ikki at lata tað um seg ganga, at Russland á nakran hátt ger seg inn á Ukraina.

Uttanríkisráðharrarnir í Nato londunum eru í hesum døgum í Riga, og hagani er boðskapurin ikki at misskilja.

Antony Blinken, uttanríkisráðharri í USA, hevur sagt, at allar valdshandlingar frá russiskari síðu fara at fáa álvarsligar avleiðingar. Og Nato aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, tekur undir við honum.

- Tað verður ein høgur prísur, Russland fer at gjalda, um Russland enn einaferð brúkar vald ímóti suverena og sjálvstøðuga statinum Ukraina. Tí heita vit á Russland um at minka um spenningin og taka seg aftur frá markinum sum skjótast, segði Jens Stoltenberg millum annað.

Russland hevur í seinastuni flutt nógv herfólk og hernaðarútgerð til markið við Ukraina.

Ukrainski forsætisráðharrin, Denys Sjmyhal, sum vitjar í Bruxelles, segði við tíðindafólk, at í Ukraina ivast tey ikki í, at Russland fyrireikar seg til eitt álop av onkrum slagi.

Síðani Russland tók Krim hálvoynna í mars 2014 hevur støðan verið spent ímillum londini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo