Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

1. juli var leiðaraskifti á Havgrím Seaside Hotel 1948. Henda dagin legði Beinta Rasmussen frá sær og Jenny A. í Heiðunum tók við leiðsluni.

Beinta, sum er útbúgvin tænari á Hotel Føroyum, arbeiddi aftaná á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn, har hon millum annað var við til at menna brasseríið.

Í 2009 setti Beinta, saman við mammu síni Lis Eklund, Kaffihúsið á stovn. Har starvaðist hon sum dagligur leiðari til hon og mamman keyptu gomlu kommandørhúsini Yviri við Strond við tí fyri eyga, at innrætta tey til hotel.

Hotellið læt upp í apríl 2018, og síðani hevur Beinta verið dagligi leiðarin.

Eftir 12 árum sum leiðari í familjufyritøkuni, hevur Beinta hug at royna okkurt annað, og hevur tí valt at lata leiðarastarvið frá sær.

Eigarar og nevnd halda fram sum áður.

Jenny, sum tók við starvinum, hevur drúgvar royndir frá hotel- og tænastuvinnuni.

Hon hevur síðani 1996 starvast á Hotel Hafnia, Hilton Copenhagen Airport, Hotel Føroyum - sum Event Manager, og seinastu 5 árini sum leiðari á Hotel Tórshavn, Hvonn, Hotel Vágum og Eta hjá Gist&Vist-samtakinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo