Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Hanne-Mi á Brúgv er sett sum leiðari á Urd, nýggja umlættingar og rehabiliteringsdepilinum, sum fer at vera klárur at taka í brúk fyrst í komandi ári. Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin er fyrsti av sínum slag í Føroyum.

Hanne- Mi á Brúgv er sjúkrarøktarfrøðingur, og hon hevur drúgvar royndir sum leiðari. Hon hevur sum leiðari royndir við at uppbyggja nýtt virksemi og gjøgnumføra tilgongdir, umframt at hon hevur leitt og lagt deildir saman. Hanne-Mi hevur somuleiðis royndi sum leiðari innan umlætting/ stutttíðarpláss og demensøkið.

Tórshavnar kommuna fegnast um, at leiðarin nú, saman við leiðaranum fyri fysioterapetuarnar og leiðarin fyri ergoterapeutarnar, kann fara undir at fyrireika virksemið á nýggja deplinum.

Endamálið við virkseminum á Urd er at veita eitt tvørfakligt og samanhangandi tilboð til heimabúgvandi borgaran, ið hevur tørv á rehabiliterandi og sjúkrarøktarfakligum átøkum alt samdøgrið í eitt styttri tíðarskeið. Tilboðið skal stuðla undir, at borgarin kann liva eitt virkið og innhaldsríkt lív.

Urd letur eftir ætlan upp fyrst í 2021. Hanne-mi á Brúgv byrjar í starvinum 1. novembur 2020 og skal fyrstu tíðina fyrireika og skipa innhald á deplinum saman við leiðarunum fyri ávikavist ergoterapi og fysioterapi.

Eisini skal tilgongdin við at seta starvsfólk til depilin av bakkastokki, soleiðis at depilin hevur tey starvsfólk, sum skulu til, tá ið depilin letur upp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo