Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg fylgi við áhuga við í røðini í Degi og viku um kommunupolitik, nú val stendur fyri framman. Tummil upp til Dag og viku redaktiónina fyri, at teir seta fokus á hetta á hendan hátt.

Seinasta fríggjadag var so túrurin komin til Runavíkar kommunu, og tað var áhugavert at hoyra borgararnar í kommununi, sum í hesum førinum næstan uttan undantak nevndu vaksandi ferðsluna í samband við nýggja undisjóvartunnilin. Tey eru, sum vera man, stúrin fyri hesum og ynskja, at Runavíkar býrað ger nakað við hetta stóra mál.

Nú skal eg sjálvandi ikki blanda meg uppí, hvussu Runavíkar kommuna skipar síni viðurskifti yvirhøvur, og eg haldi eisini, at hesi fólkini, sum komu framat D&V mikrofonunum umboðandi borgararnar í kommununi, vóru ógvuliga skilagóð.

Tað, sum vit onnur kanska kunnu vera bangin fyri, er, at vit – altso allir borgarar í landinum skulu gjalda í 100 millióna klassanum fyri ein innkomuveg inni í Runavíkini.

Og so kemur poengið hjá mær, sum sjálvandi ikki er nakað nýtt og als ikki nøkur rakettvísindi.  Vælsignaðir landspolitikkarar, gerið tunnilin frá Kambsdali yvir í Skálabotn (sum er tann besta loysnin) – ella í øðrum lagi frá Gøtudali yvir í Skálabotn.

Hví tað, spyr kanska onkur. Jú, tí tað er so sólarklárt, at tey, sum ætla sær til Havnar úr Norðoyggjum, Gøtunum ella Fuglafirði, tey fara tá sjálvandi at koyra eftir tí farleiðini og so út eftir vestara armi á Skálafjørðinum, har tú allan vegin kanst koyra 80 km/t. Hetta kemur sjálvandi at føra við sær, at ferðslan úr Søldarfirði, á Glyvrum og Runavík ikki verður størri enn hon er nú – kanska minni.

 Eyðun á Lakjuni

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo