Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Suðurstreymoyarmál og ljóðfíla Sprotans.

LEINGI: Sum suðurstreymoyingur og føroysklærari veit eg, at vit í Suðurstreymoy siga og hava sagt ”LEINGI” og ikki ”LO(Y)NGI”! Sandoyarfólk siga eisini ”LEINGI”. Tað sama er galdandi fyri Nólsoy, Hest, Koltur, og eg giti, eisini Skúvoy.

LO(Y)NGI: Onkur hevur róð framundir, at orðabókin loyvir bæði ”longi” og ”leingi”. Tað er ikki so.

MIÐFØROYSKT KROYST?: Havi við undran hoyrt onkran suðurstreymoying siga ”longi” og ”drongir”!? Ja, sjálvt í KVF havi eg hoyrt meir enn eitt suðurstreymoyartíðindafólk siga ”longi” og ”drongir” við  norðstreymoyar-, eysturoyar- og norðoyaframburði!? Løgið! Man orsøkin vera, at annað av foreldrunum er haðani, ella úr Suðuroy, Vágum? 

LJÓÐFÍLA SPROTANS: Á ljóðfílu Sprotans hoyra vit orð framborin / úttalað við suðurstreymoyarframburði (miðføroyskt, havnarmál).

Dømi: ”ein bók” verður á fíluni framborin ”ajn bovk” og ikki ”ojn bøvk”. Haldi annars sjálvur, at suðurstreymoyarúttalan er tann vakrara.

LJÓÐFÍLAN og EINGIL, LEINGI, DREINGIR!?: ”Eingil” verður á ljóðfíluni framborin á miðføroyskum við ”ei”, men úttalan skeiklast til ”oy” í øðrum ”eing”-orðum (og ”eink”-orðum): ”leingi, dreingir, streingir, leinkja einkja”!?? Her ruggar ikki rætt! Hetta má rættast!

ÁHEITAN: Góðu sprotafólk, málfólk! Takk fyri tykkara góða málstrev! Gott í tykkum, broytið/ rættið hasi ”ei-orðini” á ljóðfíluni!

FEINGI, MEINGI, GEINGI: Hasi orðini eiga eisini at hava ”ei-úttalu”! Latið okkum royna at hjúkla um miðføroyskt! Latið okkum siga við ”ei”: sjófeingi, fuglameingi og geingi!

Geingi (ringt geingi, ringt at ganga) hava vit á Argjum altíð sagt við ”ei-framburði”.

Suðurstreymoyingar, sleppið ikki tykkara ”ei-úttalu”!

Spell, at ”EINKI” skuldi gleppa okkum av hondum! Bert nólsoyingar halda fast við ”eiið”.

Við miðføroyskari ei-málkvøðu
Eyðun á Borg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo