Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen

Kringvarpið hevur lagt myndir út av Jørgen Niclasen í dag, har ein avmyndar hann sum er hann vorðin so gamal, at hann skjótt fær brúk fyri hoyritóli.

Og hin myndin, eisini av Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, vísur ein jakka koma dalandi undan loftinum, og er fíggjarmálaráðharrin so fimur at hann fær vinstra arm upp í jakkaermuna og við høgra armi roynur hann so at finna hina jakkaermuna.

Tað er ikki bara í teksti at tú kanst manipulera ella laga søguna soleiðis, sum tú vilt. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri myndavalið, har redaktørurin heilt vist hevur havt fleiri myndir at velja ímillum.

Vit kunnu spyrja, hví avmyndaði fíggjarmálaráðharrin skal sýnast at hoyra illa?

Og eisini hví lesarin skal kunnast um at fíggjarmálaráðharrin ikki sveittar undir ørmunum? Er tað relevant fyri úrslitið á fíggjarlógini?

Myndirnar av Jørgini Niclasen eru eitt, annað er, at sangurin, sum spældur var í útvarpinum beint eftir tíðindafundin hjá fíggjarmálaráðharranum var "What shall we do with the drunken sailor"!

##med2##

Kringvarpið hevur so eisini eina mynd av fyrrverandi fíggjarmálaráðharranum Kristinu Háfoss, sum eisini var møtt upp á pressufundinum og setti ikki minni enn tveir spurningar.

Her er val av mynd gjørt í virðing.

##med3##

Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo