At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nú er ein felags leistur galdandi fyri vitjanir á øllum búeindunum á eldraøkjunum.

Eingin koronasmitta er í Føroyum, og tí hevur verið opið fyri vitjandi í seinastuni á búeindum á eldraøkinum.

Tað hevur verið ymiskt, hvussu nógv vitjandi, eldrasamstørvini hava loyvt inni á búeindum, og vitjaninar hava verið skipaðar ymiskt.

Nú er ein felags leistur gjørdur.

Frá 15. juni 2020 verður loyvt seks vitjandi at vera á vitjanarlistanum hjá hvørjum búfólki. Um ynski er um tað, ber til at skifta ein vitjandi út um vikuna, soleiðis at vitjanarskarin kann líðandi verða útskiftur aftaná 6 vikur.

Fysisku karmarnir, t.d. fermetratalið, er avgerandi fyri, hvussu nógv kunnu vitja í senn, og ávísu eldraøkini gera serstaka leiðrelgur hesum viðvíkjandi.

Tað er framhaldandi umráðandi, at vitjandi skráseta seg, tá ið tey vitja, so tað lættliga ber til at finna smittuvegir, gerst tað neyðugt.

Vitjandi sum hava verið uttanlands:

► Øll vitjandi, sum koma heim til Føroya, verða biðin um at bíða við at vitja á ellis- og røktarheimunum/eldrasambýlum fyrstu 14 dagarnar eftir heimkomu – bæði tey, ið búgva uttanlands, sum koma til Føroya, eins og tey, ið eru búsitandi í Føroyum og hava verið uttanlands.

► Eru serligar grundir til, at vitjanin ikki kann bíða í 14 dagar, verður mælt til at bíða við at vitja á ellis- og røktarheimum/eldrasambýlum til 7. dagin aftan á heimkomu og at lata seg kanna 6. dagin eftir, at ein er komin til landið – talan er bæði um tey, sum búgva uttanlands og koma til Føroya eins og tey, sum eru búsitandi í Føroyum og hava verið uttanlands.

Sama ger seg galdandi, hevur ein verið til tiltøk, ið økja um smittuvanda, ella havt tætt samband við fólk, ið koma úr útlondum.

Øll almenn tilmæli um sosialan atburð og reinføri skulu framhaldandi altíð haldast. Tú finnur almennu tilmælini á korona.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo