Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Landsverk: Lendingin í Mykinesi skal útbyggjast í summar, og hetta fer at hava ávirkan á siglingarvirksemið til og úr Mykinesi.

Arbeiðið fer væntandi í gongd í mánaðinum og fer væntandi at taka uml. 5 vikur frá, tá ið byrjað verður.

Arbeiðið fer at hava við sær, at plássið til ferðafólk verður minni, ímeðan arbeiðið fer fram. Hetta kann hava við sær, at tað fer at taka longur tíð at fáa fólk av og á oynna.

Arbeiðstakarin fer at gera sítt fyri at hjálpa ferðafólki og viðføri trygt uppá pláss.

Brúgvin
Arbeiðið við at skifta brúnna fer at hava við sær, at brúgvin verður stongd fyri fólki ein part av summarinum.

Arbeiðið er farið í gongd, og frá komandi viku verður brúgvin stongd fyri ferðafólki. Væntandi kunnu fólk brúka nýggju brúnna út í Mykineshólm í september. Um tað verður eitt tíðarskeið í summar, har brúgvin er opin, verður kunnað um hetta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo