Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

- Skulu vit fáa ungdómin at støðast í Føroyum, mugu vit alt fyri eitt víðka útboðið av útbúgvingum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum hevur sett játtan av á fíggjarlógini, so Fróðskaparsetrið kann taka 25 lesandi inn til búskaparfrøði longu í summar.
 
Fróðskaparsetrið hevur í eina tíð fyrireikað útbúgvingina í búskaparfrøði, og tí hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, raðfest játtanina til Fróðskaparsetrið, so til ber at bjóða ungdóminum at nema sær útbúgvingina longu í summar.

Landsstýriskvinnan heldur tað vera umráðandi, at vit bjóða útbúgvingar, sum tey ungu vilja lesa, tí soleiðis fáa vit lættari tey ungu at velja Føroyar sum lestrarland. Hon fegnast tí um, at Setrið hevur valt at bjóða búskaparfrøði, sum mong ung siga seg vilja lesa.

- Eisini skulu vit hugsa um, at talan er um útbúgving við sera fjølbroyttum starvsmøguleikum aftaná, bæði innan alment og privat, sigur Rigmor Dam, og nevnir ymisk størv, líka frá leiðslu til gransking, fíggjarstýring, marknaðarføring, undirvísing, keyp og sølu.

- Alt slíkt, sum vit hava stóran tørv á í Føroyum, sigur landsstýriskvinnan.

Við at bjóða búskaparfrøði á Setrinum fáa vit eina útbúgving, sum tekur støði í føroyskum viðurskiftum, og samstundis leggja vit lunnar undir gransking, sum kann veita okkum nýggja vitan um føroyska samfelagsbúskapin. Harumframt er útbúgvingin í búskaparfrøði eitt gott íkast til hinar samfelagsfrøðiligu útbúgvingarnar á Setrinum, har tey longu hava nøkur starvsfólk innan búskaparfrøði, umframt at søkt verður eftir einum vísindastarvsfólki afturat.

Í fíggjarlógaruppskotinum hevur landsstýriskvinnan hækkað játtanina til Fróðskaparsetrið við 6 mió. kr. í mun til játtanina í 2015, og fer hetta at merkja, at tilsamans 310 kunnu verða tikin upp á Fróðskaparsetrið í 2016. Hetta er 60 fleiri í mun til upptøkuna í 2015. Av hesum eru tey 25 nýstovnaðu plássini til búskaparfrøði, og eisini verða 16 fleiri tikin inn at lesa sjúkrarøktarfrøði, umframt upptøkur til verandi útbúgvingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo