Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Sunnudagin 8. mai kl. 18 verður leskilig bókaframløga á kunningarstovuni í Nólsoy har bókin Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat eftir Joan Sørinardóttir verður løgd fram. Høvi verður at hitta høvundin, keypa bøkur og fáa tær signeraðar, og so eisini at smakka brellbitar úr bókini!

Bókin Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat er ein familjubók, sum er full av uppskriftum, myndum, tekningum, fakta og søgum, sum allar snúgva seg um okkara handfaring av plantum og náttúruni rundan um okkum.

Um hvussu Joan fekk hugskotið til bókina svarar hon soleiðis:

- Mín vermóðir, Disa, er íblásturin til ommuna í bókini. Hon veit nógv um blómur, plantur og urtir  spennandi, og tað hevur givið mær hug at vita meira um plantur.

Umframt íblásturin frá vermóðurini er Joan er eisini ógvuliga tilvitað um rávørur, matmentan og umhvørvið sum heild.

- Eg haldi, at tingini hanga saman. Vit liva best, um vit eta góðan mat. Fyri at gera góðan

Og nú umhvørvisvika er á skránni bæði í Havn og í Klaksvík, sigur Joan soleiðis:

- Eg haldi, at børn og vaksin hugsa meira um umhvørvið í dag, enn tá eg var barn. Men vit kunnu ongantíð hugsa ov nógv um tað, og tí kundu vit gott hugsa enn meiri um umhvørvið og lurta betri eftir náttúruni.

- Gjøgnum tíðini hava fólk lært seg, hvat er gott at eta úr náttúruruni. Tað hava serliga verið kvinnur, sum hava verið serfrøðingar innan plantur, urtir og blómur, og tær hava lært seg at brúka tær til matna og sum heilivág. Henda vitan er farin í arv frá mammu til dóttir, men í dag eru vit í stóran mun uppvaksin við, at tað eru nøkur heilt fá, sum framleiða tað, sum vit eta, og soleiðis hava vit mist hesa dýrabæru vitan.

Fotomyndir: Tjóðhild Patursson
Mynd av Joan: Evy Toftegaard Nielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo