Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

VÁS - Verkfrøðilesandi á Slættanum, er lestrarfelag fyri føroyingar, ið lesa verkfrøði ella taka eina tekniska útbúgving.

Lestrarfelagið er nokk eitt tað elsta føroyska lestrarfelagið, men hevur tað verið óvirkið seinastu árini. Á endurstovnandi aðalfundinum tann 25/10-2018 bleiv felagið endurstovnað og nevndin skipaði seg. 

Felagið hevur sum endamál at samansjóða føroysk verkfrøðilesandi á Danmarks Tekniske Universitet og øðrum tekniskum útbúgvingum í Keypmannahavn.

- Vit fara at skipa fyri sosialum og vísindaligum tiltøkum, ið skulu menna samanhaldið og vitanina hjá limunum. Vit miða eftir at vera ein miðil fyri føroyskar fyritøkur at finna føroysk verkfrøðilesandi, um tær leita eftir onkrum at seta í starv ella starvsvenjing ella vilja leita sær vitan, sigur formaðurin í felagnum. 

Tey sum manna nevndina eru

Formaður: Tummas Napoleon Arge

Næstformaður: Heðin Gunnarstein Poulsen

Skrivari/Kassameistari: Bjarti Johannesen

Nevndarlimir: Jón Jacobsen, Gunn Mohr Hentze, John Jákup Christensen, Jóhan Bech Húsgarð og Birita Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo