Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavn: Aftur í summar bjóðar Tórshavnar kommuna lestrarhøli, har lesandi kunnu sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.

Lestrarhølini verða á ovastu hæddini, har lesandi kunnu sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða. Hetta er sjeynda árið, at tænastan verður á Býarbókasavninum.

Støðugt fleiri lesa eisini á Fróðskaparsetri Føroya, og tí er hetta eisini eitt hent stað hjá teimum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi í summar. Øll lesandi á hægri lestri eru vælkomin at nýta hølini.

Lestrarhølini eru opin frá mánadegnum 24. juni til fríggjadagin 16. august 2019, og tey verða opin, tá ið Býarbókasavnið er opið.

Upplatingartíðir
mánadag-hósdag: 9-20
fríggjadag: 9-18
leygardag: 10-17
sunnudag: 14-17

Býarbókasavnið og lestrarhølini eru stongd á ólavsøku.

Ókeypis tráðleyst net er í lestrarhølunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo