Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Nú á jólum bjóðar Tórshavnar kommuna lesandi at sita á Býarbókasavninum. Lestrarhølini verða á ovastu hæddini, og um jólini verður hæddin latin lesandi burturav. Hetta er fyrstu ferð, at tænastan verður á Býarbókasavninum. Hølini liggja væl fyri á sjálvari gongugøtuni.

Í lestrarhølinum kunnu lesandi sita í frið og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í jólafrítíðini og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða.

Støðugt fleiri lesa eisini á Setrinum í Føroyum, og tí er hetta eisini eitt hent stað hjá hesum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi um jólini. Øll lesandi á hægri lestri eru vælkomin at nýta hølini.

Lestrarhúsið er opið frá 15. desember 2015 til 15. januar 2016, og tað verður opið, tá ið Býarbókasavnið er opið. Fyrsta dagin 15. desember letur lestrarhúsið kortini upp kl.13.

Upplatingartíðir:
 mánadag - hósdag: 9 -21
 fríggjadag: 9-18
 leygardag: 10-16
 sunnudag: 14-17

Býarbókasavnið og lestrarhúsið er stongt hesar dagar: 24., 25., 26. og 31. desember og 1. januar.

Snarskivan svarar spurningum viðvíkjandi lestrarhúsinum, tel 30 20 10.

Ókeypis net er í lestrarhølinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo