Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Diabetesfelagið heldur dagin við almennum pallborðsfundi í auluni í Finsen í Havn klokkan 15, har høvuðsevnið á skránni verður týðandi leikluturin, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava í diabetesviðgerð.

Altjóða Diabetessambandið, IDF, heitir eisini á allar heimsins stjórnir um at gera størri íløgur í at útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í diabetesviðgerð, tí talið av fólki við typu 2 diabetes veksur í stórum.

Mett verður, at fleiri enn 460 milliónir fólk í heiminum hava diabetes, og talið fer væntandi at vaksa til 578 milliónir í 2030. Bara í fjør doyðu 4,2 milliónir fólk av sjúkuni.

Alheims heilsustovnurin hjá ST, WHO, hevur ávarað um, at trot verður á 5,9 milliónum sjúkrarøktarfrøðingum við diabetesførleikum í heimshøpi og mælir til, at lond útbúgva átta prosent fleiri hvørt ár fyri at klára støðuna í 2030.

Landsstýrið fekk í 2013 eina diabetesheildarætlan gjørda fyri Føroyar.

Millum tilmælini var, at fólk við typu 2 diabetes skulu fáa viðgerð í nærumhvørvinum. Vandin fyri fylgisjúkum er so stórur, um tey, ið fáa sjúkuna, ikki beinanvegin, tá sjúkan verður staðfest, áhaldandi fáa hjálp og ráðgeving í, hvussu til ber at handfara sjúkuna og fáa góðan lívsstíl.

Og her hava úbúnir diabetessjúkrarøktarfrøðingar ómissandi týdning.

Tí bjóðar Diabetesfelagið til almennan fund í auluni í Finsen leygardagin 14. november klokkan 15 undir heitinum: Sjúkrarøktarfrøðingurin sum kjarnin í diabetesviðgerð.

Við pallborðið sita Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum og undirvísari av diabetessjúkrarøktarfrøðingum, Rói á Kósini, kommunulækni og Paula Ólavsdóttir, diabetessjúkrarøktarfrøðingur. Brynhild Thomsen, journalistur fer at stýra orðaskiftinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Fundurin verður hildin samsvarandi almennu koronuleiðreglunum.

Lesið heildarætlanina fyri diabetesviðgerð í Føroyum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo