Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mat- og Moldmentanarháskúlin á Sandi hevur nú fingið eitt áhugafelag, sum fer at stuðla uppundir virksemið hjá skúlanum og hjálpa til at skapa samstarv við nærumhvørvið.

Leygarkvøldið var nýtt felag stovnað á Sandi. Háskúlafelagið eitur felagið, sum fer at styrkja rótina undir háskúlanum, sum hevur virkað í eitt ár.

Skúlin varð stovnsettur í 2018, men fekk í fjør navnið Mat- og Moldmentanarháskúlin og hevði síni fyrstu skeið seinasta summar. Tjóðhild Patursson er stjóri.

Tey, sum sita í stýrinum fyri skúlan, eru tey, sum stovnaðu hann í 2018. Katrin Petersen er forkvinna fyri stýrið.

- Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at skúlin skal verða stjórnaður av einum áhugafelag, har tey, sum eru góð við skúlan og taka undir við hugsjónunum, eisini fáa ávirkan á, hvussu skúlin verður rikin, sigur Katrin Petersen.

Leygarkvøldið var so stovnandi fundur hildin. Væl av fólki var komið í Ísansgarð, har háskúlin búleikast. Eftir at uppskot til viðtøkur varð lisið upp og viðgjørt, var fyrsta nevndin í Háskúlafelagnum á Sandi vald. Í hana komu hesi: Ada Horn, Hjørdis Haraldsdóttir Jensen, Helga Hilmarsdóttir, Betty Hansen og Anna Paulina Leo Olsen. Evald Sólvitsson og Hildur Eyðunsdóttir vórðu vald til eykalimir. Hildur hevur verið virkandi stjóri á skúlanum, meðan Tjóðhild Patursson hevur verið í barnsburðarfarloyvi.

Fult í summar - nýtt skeið í september
Mat- og Moldmentanarháskúlin hevur familjuskeið á skránni í summar, og hesi eru fullteknað. Í september byrjar 8 vikur langa Matmentanarskeiðið, sum Snorri Patursson leiðir. Skeiðið fer at snúgva seg um føroyskar rávørur úr veltu, haga og sjógvi, grundleggjandi tilgerðir í køkinum, burðardygd, og mangt annað tengt at góðum mati. Undirvísarar verða eitt nú Gutti Winther og stovnararnir av Breyðvirkinum, sum bakar vistfrøðilig breyð og køkur. Tað ber til at tekna seg á heimasíðuni hjá skúlanum, www.moldmentan.fo. Eisini ber til at tekna seg sum lim í áhugafelagnum har. Fyrstu fundur verður longu í august, tá felagið skal velja seks stýrislimir til skúlan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo