Nógva regnið ger, at allur sandurin við Leynarvatn er undir, og tí ber ikki til at hava kappríðing har, sum Føroya Ríðingarfelag annars ætlaði.
- Tað er ikki hugsingur um at ríða kapp við Leynavatn í dag, tí er árliga Leynavatnskappingin hjá Føroya Ríðingarfelag útsett til í morgin sunnudag 19/6 kl 15. Vónin er at vatnið er minkað so mikið til tá, at tað ber til at ríða kapp eftir sandinum, skrivar Føroya Ríðingarfelag á heimasíðuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo