Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg valdi at fara á ráðstevnuna hendan eina dagin, tí eg hevði eitt ynski um at hoyra Imran Rashid, sum nýliga hevur skrivað eina bók um, hvussu vit m.a. í okkara almennu skipanum, har vit arbeiða við menniskjum, kunnu flyta okkum frá málbæri til merkbari.

Fyrilesturin hevði sera sigandi heitið: ”Tá ið tær fjálgu hendurnar frysta”.
 
Dagurin vísti seg at innihalda fleiri aðrar sera áhugaverdar fyrilestrar, alt frá arkitekturi og sansastimbran til politikk og statistikk.
 
Nú hava vit í nógv ár hoyrt um hesa eldrabylgjuna, sum skal koma, har tað vera fleiri og fleiri eldri, samstundis sum arbeiðandi fjøldin minkar.

Hendan dagin tók stjórin í Nemlia, sum framleiðir tøkniligar loysnir innan eldraøkið, eitt nýtt orð í brúk.

Nú var eldrabylgjan blivin til eina tsunami, sum fer at skola inn yvir okkum hesi næstu nógvu árini.
 
Orðið tsunami verður nokk nýtt fyri at ávara og ræða okkum til at gera nakað munagott við støðuna. Eg eri púra greið yvir, at vit hava eina stóra avbjóðing fyri framman, sum vit skulu taka í stórum álvara,  men eg haldi, at vit skulu vera varin við retorikkinum.

Vansin við einum slíkum orði er, at tað ljóðar so ógvusligt, at vit kunnu ”missa pippið” og fáa eina kenslu av maktarloysi, har tað er torført at handla upp á støðuna.

Tað er heldur ikki so hugaligt at vita sær, at eg sjálv um nøkur ár fari at vera ein partur av eini tsunami, sum fer at koyra alt samfelagið um koll.
 
Eitt evni, sum fleiri ferðir var á breddanum hendan dagin, var starvsfólkatrotið á eldraøkinum, og hvussu vit skulu útvega og fasthalda starvsfólk – hvussu kunnu vit gera tað meira lokkandi at arbeiða innan eldraøkið?
 
Heri á Rógvi greiddi frá einari kanning, hann hevði gjørt millum starvsfólk á eldraøkinum.

Fyri bert at taka eitt dømi úr kanningini, so vísti hon ógvuliga greitt, at ein stórur partur av starvsfólkunum á økinum ikki kendu seg hoyrd, sædd og viðurkend í skipanini.

Eg meti, at hetta er ein av týðandi orsøkunum til, at fólk ikki trívast á økinum.
 
Júst hetta við ikki at kenna seg hoyrd vísti seg ógvuliga greitt í pallborðinum, har m.a. politikarar og fakfelagsforkvinnur vóru við. 

Har bleiv nógv tosað um ætlaðu eftirmetingina, sum skuldi gerast av eldraøkinum eina tíð eftir, at økið bleiv lagt út til kommunurnar. 
 
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna i almannamálum, greiddi frá, at hendan eftirmetingin, sum verður gjørd í samráð við Kommunufelagið, var á gáttini nú meira enn 5 ár eftir, at økið bleiv lagt út.

Ein av fakfelagsforkvinnunum spurdi, hví tey ikki vóru hoyrd í eftirmetingini, hóast tey høvdu vent sær til Almannamálaráðið við hesum fleiri ferðir.

Hetta fekk hon ongantíð svar uppá, hóast hon royndi meira enn eina ferð.

Tíverri fangaði orðstýrarin ikki hendan týdngarmikla bóltin.
 
Hendingin í pallborðinum kann síggjast sum eitt sjúkutekin upp á tað, sum ofta gongur galið í skipanini.

Um politikarar, stýri og leiðslur veruliga vilja gera eldraøkið til eitt meira lokkandi øki at arbeiða í, so kunnu tey byrja við at lurta eftir teimum fólkunum, sum útinna hetta týdningarmikla arbeiði.
 
Eftir ein sera áhugaverdan dag, har vit bæði fingu nýggja vitan og blivu rørd av persónligum søgum og tónleiki, komu vit skjótt niður á jørðina aftur við pallborðinum, har nógv tíð bleiv brúkt upp á at tosa um demensætlanina frá 2015, har mælt varð til at seta 5 ársverk til demenssamskiparar til alt landið.

Nú 6 ár eru farin, eru 2,2 ársverk sett.

Tað restar 1,5 millión í at røkka málinum, so alt landið kann fáa hesa tænastuna, sum kann tryggja infrastrukturin á økinum.
 
Landsstýriskvinnan bleiv spurd um hesa írestandi 1,5 milliónina. Hon svaraði, at tað altíð er talan um raðfestingar.

Undrunarvert, nú vit í koronatíðini hava verið vitnir til, at tá ið á stendur, so kann politiska skipanin m.a. uttan himpr útvega meira enn 60 milliónir til at testa fólk fyri korona.
 
www.eina.fo/bloggurin

Eina Andreasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo