Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í ruskveðrið ynski eg Landsfelagnum fyri bjargingarfeløg í Føroyum, hjartaliga til lukku. Stovnandi árið varð 1975 og leita vit í skjølum felagsins, er 15. november stovningardagurin.

Nógvar eru bjargingarnar og mangir eru tímarnir, har fólk kring alt landið - sjálvboðin - hava lagt nógv fyri, at hjálpa í ymsum vandastøðum.

Vandamikið er á sjógvi og á landi. Men vit kunnu gleðast um, at venjingar av ymsum slag fyrireika bjargingarfólkið á ymsan hátt. Tó ásanna vit enn, at tiltøk eru, ið ikki enda væl. Hvussu væl vit eru fyrireikað, verða støður, har deyðin vinnur. Men vit kunnu í øllum lutum líta aftur á tilbúgvingar, har fólk bjóða seg til í væl skipaðum leitingum - og at bjargingarnar ofta enda væl.

2016 verður tíanverri árið, ið vit serliga minnast ótryggleikan. Men hesin ótryggleikin var í pappírsveldinum. Hetta er árið, har trygdin hjá bjargingarfólkum stóð fyri skotum. Brádliga vórðu bjargingarfeløgini kastibløka. Brádliga var ótryggleiki, um trygdina hjá bjargingarfólkunum. Tíbetur eru tryggingarviðurskiftini komin á pláss.

Eg loyvi mær vegna Nólsoyar Bjargingarfelag at ynskja øllum til lukku. Vit spenna okkum út við venjingum og tvørfakligum samstarvi, at sjálvbodnu bjargingarfólkini framhaldandi kunnu verða liður í tryggari tilbúgving.

Við bjargingarkvøðu
f. Nólsoyar Bjargingarfelag
Jákup av Skarði, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo