Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú bannið hjá ávísum føroyskum samkyndum og tvíkyndum blóðgevarum verður avtikið, er hetta eitt stig á rættari leið.

Broytingin í Føroyum er tó bara galdandi fyri menn, sum ikki hava hvat kynsligt samband við aðrar menn síðstu 6 mánaðirnar.

Í Danmark er karatenutíðin 4 mánaðar.

Lívslanga bannið kom í gildið undir AIDS-kreppuni í áttatiárunum í kjalavørinum av ótta og óvitan.

Tað vóru samstundis munandi verri møguleikar at kanna blóð tá enn tað er í dag.

LGBT Føroya tekur undir við, at trygdin altíð skal vera í hásæti, tá ið talan er um blóðgeving og heilsuverkið, men undrast samstundis á, at størri munur verður gjørdur á fólki bygt á kynsliga sannføring í Føroyum í mun til Danmark, tá talan er um nýggju karatenutíðina.

- Nevndin í LGBT Føroyum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo