Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

LGBT+ Føroyar: Fyri fyrstu ferð verður tiltak fyri ungar lgbt+arar. Tiltakið verður í hølinum hjá LGBT+ Føroyum í Tórsgøtu 16, týskvøldið 22. februar kl. 19.

- Allir ungir lgbt+arar eru vælkomnir, og vit bjóða pitsa, góðan tónleik og annað gott.

- Vit vilja fegin hava fleiri ung virkin í arbeiðinum fyri einum rúmligum og litríkum samfelag. Umráðandi er eisini fyri ungar lgbt+arar at hittast við øðrum, sum eru líka sum ein sjálvur, sigur Esther Margreth Petersen, nevndarlimir í LGBT+ Føroyar.

- Ætlanin er at geva teimum ungu møguleika at koma og seta sín egna dám á nýggju hølini við tiltøkum og at geva teimum eitt trygt stað, har tey kunnu hittast.

- At hava fingið egin hølir gevur okkum avbera góðar møguleika at fjøltátta okkara virksemi, og nógv spennandi er á skrá komandi mánaðarnar.

- Um tú ikki kennir aðrar ungar LGBT+arar, so lat tað ikki halda tær aftur, vit taka væl ímóti tær.

- Alt er ókeypis, men tilmelding er neyðug, tí vit mugu vita, hvussu nógvar pitsur vit skulu bíleggja!

- Send okkum eini privat boð á IG ella FB, um tú hevur hug at koma og hitta aðrar ungar LGBT+arar, sigur Esther Margreth Petersen, nevndarlimir í LGBT+ Føroyar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo