Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er við at blíva for nógv av tí góða hjá myndugleikum og íbúgvum nógvastaðni í Spania, tí ungfólk úr øðrum londum í Europa drekka og ballast so nógv, at tað er onki stuttligt longur.

Myndugleikarnir í kendum og væl umtóktum støðum sum Magaluf og Playa de Palma á Mallorca fara nú at avmarka søluna av sonevndum all-inclusive túrum, tað vil siga, at luttakararnir kunnu eta og drekka so nógv teimum lystir.

Majorca Daily Bulletin skrivar, at all-inclusive fer at verða avmarkað, so tað merkir í mesta lagi seks gløs ella drammar um samdøgrið, ongin happy-hour skal vera longur, rúsdrekka skal ikki seljast í handlum, har sum nógvir turistar eru, og bøturnar fyri at bróta forboðini verða stórar.

Serliga Mallorca hevur verið illa plágað av drukturismu í nógv ár, men higartil hava myndugleikarnir aftrað seg við at seta avmarkingar. Fleiri deyðsføll í seinastuni hava tó gjørt, at nú koma avmarkingar, og hesar fáa, sum skilst, virkna alt fyri eitt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo