Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Leygardagin 28. novembur verður liðkapping í amboðsfimleiki í Fimi.

53 íðkarar eru meldaðir til liðkappingina. Hesir eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum og Fimleikafelagnum Støkk.

Skráin leygardagin:
kl 10.00 byrjar kappingin fyri kvinnur, kvinnuunglingar og menn

Kl. 13.00  byrjar kappingin fyri U11 og U14 hjá gentum, smádreingjum og dreingjum.

Amboðini, sum kappast vera í á kvinnusíðuni eru lop,forskotin barr, biti og gólv. Hjá mannfólkunum eru tað gólv, ringar, lop, paralell barr, reck og beinsveiggj

Vegna umstøðurnar viðvíkjandi korona sleppa íðkararnir at hava ein áskoðara inn við hvør. Annars er kappingin uttan áskoðarar.

Kappingin verður stroymd umvegis facebook/føroyafimleikasamband.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo