Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyar komu í bólk C1 saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava - Mynd: www.UEFA.com

Føroyar komu í bólk C1 saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava - Mynd: www.UEFA.com

Føroyar komu í bólk C1 saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava - Mynd: www.UEFA.com

FSF: Seinnapartin hósdagin var lutakast um, hvørjum londum føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla ímóti í komandi UEFA Nations League kapping.

Og tað bleiv júst soleiðis, sum liðskiparin, Hallur Hansson ynskti, tá hann mikudagin bleiv spurdur, hvørji lond hann vónaði at Føroyar fóru at trekkja hesaferð.

– Dreymabólkurin er Turkaland, Luksemborg, Litava og Føroyar. Hinvegin, so vil eg ógvuliga fegin sleppa undan Bulgaria, Grikkalandi og Kosovo, segði Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyar komu í bólk C1 saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava.

Skráin fyri UEFA Nations League 2022/2023 verður væntandi klár innan stutta tíð – møguliga í morgin, fríggjadagin. Men greitt er, at dystirnir í bólkaspælinum verða í juni og september mánað komandi ár. Fýra dystir vera í juni, og tveir í september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo