Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður mestsum stilli, kanska ein ond høgt, sól ein stóran part av degnum og hitin uppí 7 stig.

Týsdagin fer hann sum frálíður niður í sunnan men framvegis bert eitt lítið gul, partvís skýggjað men turt og hitin um fimm stig.

Mikudagin sól mestsum allan dagin, gul til stívt andøvsgul av vestri og hitin um 7 stig.

Hósdagin verður nakað lýggjari, uppí eini 8 stig, gul av suðri ella útsynningi og sól tað mesta av degnum.

Fríggjadagin millum sunnan og vestan men bert ein lítil ond, hitin um 8 stig og sól ein stóran part av degnum men eisini skýggjað viðhvørt.

Góðveðrið heldur fram næsta vikuskiftið, men kanska trilkar vindurin nakað næsta sunnudag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo