Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mynd av Líggjas: Dávur Winther

Mynd av Líggjas: Dávur Winther

Úr Torraskránni Týsdag kl. 19.30 - Miðhøllin á Skúlatrøð

Bókin “Klaksvíksstríðið” hjá Líggjas í Bø kom út undan jólum og varð rivin burtur. Ein kona ringdi so hørm, at hon ikki hevði fingið hendur á bókini. Hon minnist tá ið menn úr bygdini á útoyggj allir fóru til Klaksvíkar - “fóru í kríggj í Klaksvík” við byrsu í hond. Hon var skelkað og ovfarin - tá sum barn, men hevði hetta fylgt henni.

Hon vildi tí fegin sleppa at lesa eitt sindur nærri um hvat tað var, sum hendi undir “Lækna- ella Klaksvíkasstíðnum”, sum tað hevur verið kallað. Henda undarliga, síðani dulda hending miðskeiðis í 50-unum. Bókin fekk góð ummæli, og er nú annað upplagið komið.

Í kvøld kl. 19.30 hugleiðir í Líggjas í Bø  um “Klaksvíksstríðið” har hann eisini sýnir fram ymiskar myndir frá tíðini kring “Klaksvíksstríðið”. 

Líggjas skrivar m.a:
Stríðið byrjaði seinast í 1952 og var í stóran mun liðugt seinast í 1955.

ólk hava ofta spurt, hvat tað var, sum gjørdi stríðið so hart?

Danir løddu ríkisins størstu kanónir – umborð á Rolf Krake – og miðaðu við teimum eftir klaksvíkingum og hóttu við at skjóta, um neyðugt var! Var alt orsakað av einum donskum lækna?

Hjá mongum hevur tað verið torført at skilja, at eitt so lutfalsliga meinaleyst mál skuldi enda í slíkum óhoyrdum villskapi. Tað var sjálvandi ikki bara læknamálið, sum voldi hendan ruðuleikan. Her var so nógv annað grugg, sum búði undir – læknasetanin var bara neistin, sum festi í.

Bara 6 ár frammanundan – 14. september í 1946 – var fólkaatkvøðan, har føroyingar sum kunnugt valdu loysing frá Danmark. Í Klaksvík atkvøddu heili 72% fyri loysing.

Fyri hetta fólkið var loysingin ramasti álvari; hetta var dreymurin sum loksins gjørdist veruleiki. Tey gleddu seg til at taka við valdinum í egnum landi.

Danir gingu frá givnum lyftum; við tvangsboðum upploysti kongur tingið, og so var alt aftur við gamla lag. Hetta var eitt ómetaligt vónbrot fyri norðoyingar, og birti upp undir tað misálit, sum longu frammanundan var á danskar myndugleikar og teirra stýri í Havn.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo