Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Útvarpið segði í vikuni, at 5 ára starvstíðin hjá løgtingsins umboðsmanni gekk út á nýggjárinum.

1. januar 2016 tekur nýgg starvstíð og møguliga nýggjur umboðsmaður við.

Men tingformaðurin Páll á Reynatúgvu segði, at møguliga helt verandi umboðsmaður fram í starvinum.

Fyri 5 árum síðani avgjørdi løgtingið, uttan orðaskifti, at leingja starvstíðina hjá verandi umboðsmanni við fimm árum.

Fáar dagar eftir hesa avgerð løgtingsins, tók umboðsmaðurin eina granat úr skuffuni og tveitti hana út í miðfyrisitingina og politisku skipanina.

Størsta fyrisitingargøla í føroyskari søgu var nú veruleiki.

Umboðamaðurin hevði ”avdúkað” at tveir landsstýrismenn og tveir aðalstjórar høvdu framt grov brot á fyrisitingarlógina, tænastumannalógina, lóg um ábyrgd landsstýrismanna osfr.

Fólk vóru í øðini. Alt landið var á gosi. Monopolpressan í Sortudíki nærum tosaði ikki um annað næstu vikurnar.

Burtur úr øllum ruðuleikanum komu ikki minni enn tvær tænastumannakanningar av tveimum aðalstjórum og tvær kanningar av tveimum landsstýrismonnum.

Hesar kanningar skuldu eftir ætlan vera grundarlag, tá ákærur skuldu reisast.

Eitt ár seinni fyrilá kanningarúrslitið frá donsku kanningarfólkunum, sum landið hevði sett, fyri at ”rudda upp í politiska óskilinum”.

Úrslitið av hesum kanningum er burturtagt og ”gloymt” av føroysku monopolmiðlunum og politisku skipanini.

Allir fýra vórðu reinsaðir!

Kanningin kostaði fleiri milliónir og hana rindar sjálvandi Palliba.

Palliba rindar eisini árligu millióna játtanina til umboðsmannin, sum hevur til uppgávu at kanna miðfyrisitingina.

Men Palliba rindar eisini fyri tær kanningar, ið staðfesta, at lítið skil er í kanningum umboðsmansins.

Nú skal umboðsmaðurin veljast av nýggjum.

Endamál umboðsmansins er annars at røkja áhugamálini hjá Palleba. Øll røkja áhugamálini hjá Palleba og Palleba betalir.

Mundi umboðsmaðurin ”goyma” umstríddu granatina í skuffuni fyri fimm árum síðani og bíða við at tveita hana inntil starvstíðin næstu 5 árini var tryggjað?

Tað fáa vit helst ongantíð at vita.

Føroya Løgting plagar at moralisera yvir allari almennari fyrisiting og rópa hart í landsstýrismannanevnd og fyrispurningum, tá ivi verður sáddur um, hvørt lógir verða yvirhildnar.

Men umboðsmannin eigur løgtingið sjálvt og eingin annar.

Umboðsmaðurin er settur av tinginum og stendur einans til ábyrgd yvirfyri tinginum.

Tað er tí einans tingið ið kann taka ábyrgdina, tá umboðsmaðurin kemur við frágreiðingum ið eru út av lagi skeivar.

Frágreiðingar, fíggjaðar av skattaborgaranum, ið verða nýttar til at heingja út ósek fólk.

Spurningurin er um tingið í dag tekur avleiðingarnar og roynir at finna skikkað fólk í umboðsmannaembætið.

Tað er eisini ein spurningur, um verandi umboðsmaður hevur nakra hondgranat liggjandi í skuffuni í dag og sum bíðar eftir at verða tveitt inntil starvstíðin er tryggjað?

Ad-hoc toymið 

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo