Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Mánalýsið er eitt kveikjandi fyribrigdi ein myrkan vetrardag. Tað varpar ljós inn yvir lendið, so myrkrið kennist unniligari. Viðhvørt er ljósið tað einasta, ið lættir sinnið. Sorg og saknur kenna linna eina løtu, inntil myrkrið aftur tekur til.

Eitt kvøld í vetur fóru vit av Kapellinum á Landssjúkrahúsinum heim í Havnar kirkju. Tað var kalt, stilt og mánin fylgdi okkum ávegis. Eitt hóvligt fylgi og ein virðilig ferð, ið mintist tann deyða.

Vit gingu aftaná líkvogninum í tøgn. Brádliga vóru vit komin niðan á koyrivegin. Hugtakandi var at uppliva ta siðvenju, sum enn í 2018 verður hildin í hevd í Havnini. Hóast ferðslan er stór, so hava havnarfólk varðveitt vakra siðin, at steðga bilinum, fara úr honum og stilla seg við síðuna av bilinum. Vit gingu framvið rættiliga nógvum fólki, ið sýndu tí deyða heiður og teimum avvarðandi samkenslu.

At uppliva hesa siðvenju, nam við kenslurnar. Tað var vakurt og rørandi. Vakurt at síggja blaðung fólk fara úr bilinum og sýna fylginum virðing. Vit eiga ein góðan ungdóm, hóast vit í løtum hava avbjóðingar. Alt tað góða gamla er ikki farið fyri bakka. Ungdómurin er eins frægur, og vit vóru. At geva hvør øðrum gætur er altíð gott. Siðvenjan ber boð um nakað, ið liggur djúpt í tilvitsku og mentan.

Eisini bygdafólk kunnu taka hesa vøkru siðvenju til sín og læra av henni, hóast umstøðurnar og farleiðin eru øðrvísi.

Úti á bygd kendist tað onkuntíð óhóskandi, at stór akfør við ljóðligari maskinorku órógvaðu gravarfriðin, meðan vit løgdu ein av okkara kæru til hvíldar. Serliga óhóskandi, tá ið talan var um ungfólk og vanlukkur. Onkuntíð gjørdist einki, tí bilstjórarnir vóru ikki vitandi um støðuna, aðrar tíðir sást fylgið í rímiligari frástøðu.

Siðvenjan staðfestir máliskuna, ið var nomin á ungum aldri: “Sum vit virða og fara um tey deyðu, svá meta vit lívið og tey livandi.” Mannvirðið er galdandi út um og eftir deyðan, tí virði hins deyða livir víðari í teimum avvarðandi.

At sýna tí deyða virðing og heiður er eisini ein væl kend jødisk siðvenja. Tá ið harðskapurin móti Jesusi loksins hasaði av, og myrkrið átti heyggin Golgata, sæst nakað dýrabart og vakurt. Vit síggja menniskju, heit hjørtu og særdan kærleika.

Krýndur við tornum, spottaður og háðaður, illa viðfarin og krossfestur. Í øllum ræðuleika eru tað menniskju, ein hjálparleysur minniluti, ið fremur tað góða og roynir at umboða nøkur mannsømilig virði. Støðan er ikki løtt, tá ið politiskur harðskapur og átrúnaðarligt vald virka saman og finna felags offur. Tað rómverska hersetingarvaldið, tað jødiska samfelagið og tann ráðandi átrúnaðurin virkaðu saman, tá ið Jesus varð krossfestur.

Merkisvert er tað, at óndskapurin varð framdur av teimum, ið søgdu seg umboða Guð. Aðrar tíðir royndust menniskju, ið vit ikki væntaðu nógv av. Tey stillu í landinum traðka til, tá ið tað krevst, og tørvur er á kærleiksfullum hondum.

Um kvøldið trein ríkmaðurin Jósef úr Arimateu út úr myrkrinum. Jósef var ein mætur ráðharri, góður og rættvísur. Hann hevði ikki samtykt í ráði teirra, ið tóku Jesus av døgum. Hann væntaði Guðs ríki og var í loyndum ein lærusveinur Jesu.

Jósef bað landshøvdingan Pilatus um loyvi at taka Jesu likam niður av krossinum. Tað varð honum játtað, og keypt vórðu fín línklæði at lata hin deyða í.

Ein annar ráðharri, Nikodemus, sum var komin til Jesus eina nátt, kom á staðið og hevði við sær eina blanding av myrru og aloe. Teir tóku nú Jesu likam niður og sveipaðu tað í línklæði saman við angandi urtum, sum siður er hjá Jødum at búgva lík til jarðar.

Í nánd av Golgata var ein urtagarður, har Jósef hevði høgt sær eina grøv inn í klettin. Í hesa grøvina varð Jesus skundisliga lagdur, tí hvíludagurin var í nánd.

Beint við grøv Jesu sótu nakrar kvinnur. Tær vóru hjástaddar og hugdu at, meðan Jesus var lagdur í grøvina. Tær høvdu møtt manninum, ið gav lívinum nýtt innihald. Manninum, ið gav kvinnunum tað virðið, ið javnvigar við mansins virði.

Kvinnurnar fóru avstað aftur og gjørdu til angandi urtir og smyrsl. Tær vildu binda frið um hvíludagin, og síðan salva Jesus likam hin fyrsta dagin í vikuni.

At steðga á tá ið deyðin vitjar, er ein kvøða til lívið. Eyðvitað skulu vit fagna lívinum, meðan tað er. Tó, tá ið deyðin vitjar, varðar onkur av. Tað er teimum avvarðandi at gagni, at vit sýna tí deyða virðing, heiður og æru.

Tað æviga lívið er gróðursett í Jesu deyða. Eftir eitt vikuskifti varð deyðin gjørdur til einkis, hóast vit framvegis gráta í sorg og sakni. Páskadag bjóðar Jesus okkum vognin til ævigt lív og sælu, ja, uppreisn likamsins. Amen.

Orðið: “Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.” (Jóhannes 12,24).

Jógvan Fríðrikson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo