Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tá vit nærkast aldarskiftinum, er tíðin hjá føroyska kringvarpsmonopolinum við at renna út, ikki minst tí, at bæði í Danmark og øðrum londum, var kringvarpsmonopolið fyri langari tíð síðani avlívað – men í Føroyum sá tað kortini út, sum at tað enn livdi í besta blóma, ikki minst tí, at landsstýrismaðurin í fjølmiðlamálum í 1995 legði fram lógaruppskot um broytingar í fjølmiðlalógini, sum legði upp til, at kringvarpsmonoplið skuldi varðveitast.

MONOPOLIÐ AVTIKIÐ
Men trýstið á landsstýrið og løgtingið frá teimum, sum ynsktu at koma framat monopolmikrofonini gjørdist sterkari og sterkari, og á heysti í 1996 samtykti løgtinigið at avtaka einkarrættin. Onkrir vilja meina, at tað var ikki minni enn eitt satt undur, tá einkarrætturin varð avtikin, sum úrslit av eini kúvending hjá einum einstøkum løgtingslimi.   

Í kjalarvørrinum av hesum var tað, at føroyska kristna kringvarpsrásin LINDIN varð stovnað, og 21. januar í 2000 kundi LINDIN senda á egnum kjøli evangeliska boðskapin inn í føroysku stovurnar.

LINDIN Í DAG
Tað fyrstu tíðina hevði støðin bert tann eina sendaran, men í dag, 16 ár seinni, hevur støðin 13 sendarar og dekkar meira enn 90 % av landinum.  Menninir, sum settu Lindina á stovn, vóru teir fyrstu í føroysku loftmiðlasøguni, sum sendu inn umsókn til landsstýrið um loftmiðlasendiloyvi. Hetta var longu í 1989. Teir, sum m.a. skrivaðu undir hesa søguligu og kolveltandi umsókn til landsstýrið, vóru Jenis av Rana, Svenning av Lofti og Dánjal á Dul Jacobsen.

Lindin hevur sent seinastu 16 árini uttan steðg. Í 2002 byrjaði Tór Arni Samuelsen at arbeiða í fullari tíð, og hann er framvegis í arbeiði hjá Lindini. Umleið 50 fólk eru knýtt at Lindini. Lindin fær meira enn 1. millión krónur í stuðuli um árið. Síðani 2006 hevur verið sent alt døgnið.

FØÐINGARDAGSHALD
Leygardagin 23. januar fer LINDIN at halda 16 ára føðingardagin í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð í Havn. Øll eru vælkomin í føðingardag hjá Lindini, sum byrjar kl.13.00 og heldur á til kl.23.00

Á føðingardagsskránni verður mangt og hvat bæði fyri børn og vaksin: Tónleikur, samrøður við gestir, uppboðssøla av málningum og eitthvørt til matna, og BUBU verður eisini har. Føðingardagshaldið verður sent beinleiðis í Lindini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo