Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í hesum døgum eru fimti ár síðani fyrsti Lions klubburin í Føroyum var settur á stovn.

Hetta verður hátíðarhildið í dag.

Útlendskir gestir eru eisini komnir at hátíðarhalda dagin, sum er markeraður við almennari móttøku í Müllers Pakkhúsi, har Lions Tórshavn framyvir fer at húsast. Tórshavnar kommuna hevur langtíðarleiga teimum ovastu hæddina til fundarvirsemið.

Á móttøkuni vóru fleiri peningagávur handaðar til ymiskar verkætlanir og felagsskapir. Hetta verður meira at frætta um, tá vit hava fleiri myndir og tilfar.

Í kvøld verður veitsla fyri Lions limum og makum frá øllum Lions klubbunum í landinum, sum eru seks í tali.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo