Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Bjargingarbáturin Sverri hevur fingið eina undirvatnsdronu og ein hjartastartara í gávu frá Lions Club Vágar. Gávurnar blivu handaðar umborð á bátinum seinnapartin í dag.

Fyrst vóru limir í Lions ein siglitúr við Sverra, og síðani var handanin av gávunum við bryggjuna á Oyragjógv. 

Undirvatnsdronan skal hjálpa bjargingarbátinum, tá ið talan er um leiting á havbotninum. Eisini er hon hent at hava, tá ið bátar hava fingið um skrúvuna, og skaðin skal kannast. 

Hans Jákup Jacobsen, formaður í Vága bjargingarfelag, tók ímóti gávuni. Hann var sera  fegin um gávuna. Hann takkaði fyri, og nevndi stóra týdningin av, at Lions vil stuðla bjargingarfelagnum. 

Lions Club hevur í mong ár savna pening inn, sum verður givin til vælgerðandi endamál av ymiskum slag. Mest kenda tiltakið, er árliga tiltakið á Giljanesi við eydnuhjólið og øðrum. Mangir av limunum hava í áravís verið partur av Lions Club, og hava trúfastir savna eina rúgvu inn til vælgerandi endamál. 

Vága bjargingarfelag rekur bjargingarbátin Sverra. Fasta manningin telur 24 sjálvboðin fólk, sum eru á vakt sættu hvørja viku. Afturat hesum er eyka manning og tilkalling, um tørvur er á serligari hjálp. T.d hevur hann lækna, kavara og sjúkrarøktarfrøðing á tilkalli-vakt.  Eisini er ein ungdómsmanning knýtt at bátinum. Í ungdómsmanningini eru ung undir 18 ár. Á henda hátt læra tey um bjarging og sjómansskap, og sleppa eisini onkrar túrar við bátinum. 

Sverri er partur av tilbúgvingini á sjónum, sum MRCC samskipar. Báturin er  javnan úti til bjarging og leiting. Størsti parturin av uppgávunum hjá bátinum hevur verið sleip av bátum. 

Báturin er serliga væl egnaður til sigling í ringum veðrið og til leiting. Hann er útgjørdur við skipan ið ger, at hann sjálvur vendur sær á rættkjøl, um hann hvølvist.  Umframt vanligu útgerðina, hevur hann eisini FLIR kamera ið gerð, at hann er sera væl útgjørdur til leiting.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo